Tað er vorðið alt ov ófriðarligt í kirkjugarðinum

Nú skulu reglur gerast fyri, hvat er loyvt í kirkjugarðinum í Havn, men tær kunnu forða avvarðandi at halda grøvina hjá sínum kæru, og býráðslimir halda, at tað er ágangur á fólk

Tað er vorðið ov ófriðarligt í Kirkjugarðinum í Havn, og tí er tað neyðugt at seta reglur fyri, hvussu fólk skulu bera seg at í kirkjugarðinum. Tað sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.

 

Býráðið arbeiðir nú við at seta serligar reglur í gildi fyri, hvussu fólk skulu bera seg at í kirkjugarðinum, og Marin Katrina Frýdal sigur, at tað er serliga um høgtíðirnar, at tað er ófriðarligt, og gravarar hava eisini boðað frá, at fólk koyra skilaleyst í bili í kirkjugarðinum, enntá eisini oman á gravum. 

 

Tað eru eisini fráboðanir um, at fólk hava hund við sær í kirkjugarðin, og tey halda, at tað er lítið virðiligt at lata hundar ganga í kirkjugarðinum og gera burtur av sær allastaðini.

 

Tí hevur umsitingin hjá býráðnum gjørt eitt uppskot um reglur fyri, hvussu fólk skulu bera seg at í kirkjugarðinum. Grundsjónarmiðið í nýggju reglunum eru, at kirkjugarðurin er ein vígdur friðarstaður, sum eingin má órógva. 

 

Reglurnar, ætlanin var at seta í verk, sært tú aftast í greinini, men enn eru tær ikki endaliga samtyktar, tí nú skulu tær viðgerast nágreiniligari, áðrenn tær verða settar i gildi.

 

Serliga heftu býráðslimir seg við tað punktið í treytunum, har tað stendur, at tað er ikki loyvt at arbeiða á kirkjugarðinum, ella við gravir, sunnudagar og halgidagar. Og yrkadagar er ikki loyvt at arbeiða í kirkjugarðinum, ella við gravir, áðrenn sólarris og aftaná sólsetur. Og um summarið er ikki loyvt at gera nakað aftan á klokkan 20 á kvøldi.

 

Halla Samuelsen og Bogi Andreasen halda lítið um hesa treytina, tí tey halda, at hetta fer at forða avvarðandi at halda og hampa leiðini hjá sínum kæru, sum liggja grivin har, tí tað er nettupp ofta í frítíðini, at avvarðandi vitja leiðini og hampa um tey. Hetta er at taka í so rívan til.

 

Halla Samuelsen undrast eisini á, at tað ikki skal vera loyvt at hava hund við sær í kirkjugarðin, tí hon heldur, at tað er sjálvsagt, at ongin hevur hund við, uttan at hava hann í bandi, og uttan at taka upp eftir honum. Tað skal vera friður í kirkjugarðinum, og tað er tað eisini, tí tað eru vaksin fólk, sum fara í kirkjugarin, heldur hon.

 

Hesum er Turið Horn er samd í, og hon heldur, at reglurnar ganga fólki ov nær á ymsum økjum. Tað kann vera ein orsøk til at fólk hava hund við sær í Kirkjugarðin, og henni dámar einki, at reglur skulu setast fyri, nær fólk kunnu fara í ein kirkjugarð, sum er eitt heilagt stað.

 

Ístaðin fyri at fólk hava hund við sær í kirkjugarðin er ætlanin at gera eitt skýlið til hundar beint innan fyri portrið, har hundarnir kunnu vera, meðan eigarin er í kirkjugarðinum.

 

Eisini Annfinn Brekkstein heldur, at tað er bæði ágangandi og provokerandi at nokta fólki at fara í kirkjugarðin ein sunnudag at seta pott niður í eitt leiði. 

 

Annars eru hetta reglurnar, ætlanin var at seta í gildi fyri kirkjugarðarnar í Tórshavnar kommunu.

 

1. Kirkjugarðurin er vígdur friðarstaður, sum eingin má órógva. 

 

2. Gingið eigur bert at verða á kirkjugarðsgøtunum, og har, sum ikki er grivið

 

3. Smábørn eiga ikki at vera í kirkjugarðinum uttan við vaksnum, sum hava ábyrgdina av teimum. 

 

4. Fólk, sum vitja inni í kirkjugarðinum, skulu lata portur væl aftur eftir sær. 

 

5. Hundar skulu ikki koma inn í kirkjugarðin og annar fenaður heldur ikki. 

 

6. Á kirkjugarðsgøtum og vegum má eingin koyra, undantikið akfør hjá kommununi ella onnur, sum hava fingið serligt loyvi frá kirkjugarðsumsitingini (leiðandi gravara). Barnavognar og avlamistól undantikin. 

 

7. Ikki er loyvt at arbeiða á kirkjugarðinum ella við gravir meðan jarðarferð er. Harumframt eisini sunnu- og halgidagar, og áðrenn sólarris og aftaná sólsetur yrkadagar. Um summarið ikki aftaná kl. 20.00. 

 

8. At klúgva um girðingar ella hegn er ikki loyvt. 

 

9. Garðar, hegn, stik, gróðursetingar, minnismerki, gravsteinar ella annað skal hava frið. 

 

10. Nummarspjøldur við gravirnar eru ogn hjá kirkjugarðinum, og mugu tey hvørki flytast ella burturbeinast av teimum, ið eiga og røkja gravirnar. 

 

11. Burturkast, gamlir kransar, lok og rusk skal koyrast í ruskíløtini. 

 

12. Starvsfólk á kirkjugørðunum hava skyldu at gera vart við brot á hesar reglur og gravarfriðin sum heild á kirkjugørðunum. 

 

13. Brot á reglurnar kann revsast við bót, umframt møguliga revsiábyrgd. 

 

14. Býráðið kann broyta og Føroya Stiftsstjórn skal samtykkja, áðrenn broytingar verða settar í gildi.