Tað er upp til okkum at fara við drotningini

Seinastu dagarnar hevur kjak tikið seg upp um, hví føroyska vinnan ikki verður boðin við, tá Margreta drotning vitjar úti í heimi. Í Kringvaprinum kom fram, at um føroyska vinnan verður boðin við, so er tað so seint, at tað ber ikki til.

 

Men sambært Johan Dahl, so er hesin trupulleikin langt síðani loystur:

 

– Eg kann kunna tykkum um, at eg sum vinnumálaráðharri – saman við mínum embætisfólki hevði fund við Dansk Industri um júst hendan spurning, at føroyska vinnufyritøkur aktivt kundu luttaka saman við DI á uttanlandsátøkum, har vit høvdu áhuga fyri tí. Gjørt var greitt frá umboðnum fyri DI, at Føroyar og føroysk virkir vóru hjartaliga vælkomin við – eisini undir egnum flaggi, skrivar Johan Dahl á Facebook.

 

– Vit vóru síðan eisini boðin við undir kongaligu vitjanini, haldi tað var í 2013 – í Kina, har DI hevði bólk av vinnuligum áhugaðum við. Og tá var VisitFaroeIslands við, har Guðrið Højgaard fekk høvi at kunna um Føroyar og ferðavinnuna.

 

–  So hetta er heilt upp til okkum og okkara hug og vilja til positivt og mennandi samstarv, skrivar Johan Dahl.