Tað er turbolensur í luftini

Oddagrein

Samstundis sum løgmaður í ólvsøkurøðuni heitti á samgonguna um at standa saman í royndini at loysa stóru búskaparligu avbjóðingarnar, so skerst tað ikki burtur, at hann hesa ferð spældi meiri við flokspolitisku formansvøddunum, enn hann áður hevur gjørt.

Tað gjørdi hann, tá ið hann klikti inn á Fólkaflokkin fyri at hava verið við til at minka um blokstuðulin, og tá ið hann klikti inn á fyrru ABC samgonguna, tá ið hann vaskaði skattalættarnar yvir tey, sum sótu við róðrið, tá ið hann sjálvur hevði minni leiklut, enn hann nú hevur tað.

Spurningurin er, hvat skal leggjast í hetta. Tað hevur leingi ljóðað, at Javnaðarflokkurin ikki er so heilhugaður samgongufelagi. Hans Pauli Strøm var stutt undan Ólavsøku ikki blíður við Rósu Samuelsen, og hóast formaður Javnaðarfloksins tá sá út til at slætta sjógvin, so hevur eisini hann signalerað lítlan samgonguhug.

Á Ólavsøku luttók formaður Javnaðarfloksins ikki. Tað gjørdi hann heldur ikki í fjør, og tað er sjálvsagt eyðsýnt og signal, sum neyvan boðar frá góðum samgongustevi og politiskari virðing, at formaðurin í einum av samgonguflokkunum leggur so lítið fyri, tá ið hann skal ganga aftanfyri samgonguleiðaran.

Løgmaður var eisini meiri floksformaður enn samgonguleiðari, tá ið hann viðgjørdi uppskotið um stjórnarskipan. Arbeiðið átti at verið íligið, eftir at allir flokkar hava arbeitt við tí ítólv ár. Løgmaður staðfesti, at uppskotið er burturdottið á Ólavsøku, og tá ið hann segði, at tað fer at koma fram aftur, var tað merkisvert, at hann snaraði boðskapinum soleiðis, sum tann vongurin av Sambandsflokkinum, ið seinastu tíðina ikki hevur verið serliga hugaður fyri uppskotinum, vil hava tað, heldur enn sum samgongufelagarnir og serliga Fólkaflokkurin og ikki minst Poul Michelsen sum formaður í nevndini, ið hevur arbeitt við uppskotinum, aftur og aftur hava sagt seg vilja.

Tað var snilt av løgmanni at styrkja um sína støðu innanfloks. Retorikkurin smakkar neyvan Fólkaflokkinum væl, og tá ið Javnaðarflokkurin neyvan er serliga eldhugaður, so kann tað vera, at talan var um fyrsta leik í valstríðnum, sum nærkast.

Løgmansrøðan verður umrødd týsdagin, og tá fæst at síggja, hvat samgongufelagarnir halda um boðskapin, og hvussu hann var innpakkaður. Møguliga er skipanin øll sum hon er eyðkend av líkasælu, men tað ber væl til at siga, at røðan legði upp til politiskan turbolens.