Tað er tungt í løtuni

Roknskapurin fyri pf Kósin Seafood vísti eina týðuliga afturgongd í mun til undanfarin ár. Stjórin í JFK Trol, Hanus Hansen, ásannar, at tað er tungt í løtuni, men hann hevur vónir um, at tað fer at batna. Samstundis heldur hann eisini, at politisk stig mugu takast til tess at stýra nøgdini av óviðgjørdum fiski, sum fer av landinum

Klaksvík:
Hanus Hansen, stjóri í JFK Trol, heldur ikki, at tað er nøkur orsøk til at óttast fyri Kósavirkinum, hóast roknskapurin vísir týðulig tekin um, at tað gongur niður á bakka fíggjarliga.
? Roknskapurin fyri Kósina varð raktur av, at vit yvirtóku Pure Water um ársskiftið 2002/03, tað er ongin ivi um tað. Men so skal tað eisini sigast beinanvegin, at tá var tað virkið í svárum fíggjarligum trupulleikum við einum undirskoti áljóðandi nærum tíggju milliónum. Tað í sjálvum sær, sær munandi betur út nú, men enn er tað ikki nóg gott, sigur Hanus Hansen.
Hann viðgongur eisini, at tað er serstakliga tungt at fáa fisk upp á land til virkini fyri tíðina, so hann staðfestir, at tað er tungt í løtuni.
? Hetta er sjálvandi eisini ringasta tíð á árinum at fáa fisk, og tað eru samstundis heldur ongi útlit fyri, at tað verður lættari, sum støðan er nú. Men sjálvandi vóna vit, at tað fer at batna, sigur hann.

Politisk stig
Stjórin á JFK Trol vísir á, at tað er ótrúliga óheppið, at so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum. Men samstundis sigur hann seg skilja tað væl, tá hugsað verður um, at tað kostar nærum dupult so nógv at virka fiskin í Føroyum enn í til dømis Skotlandi, sum er høvuðmarknaðurin fyri hýsu úr Føroyum.
? Tað má gerast okkurt frá politiskari síðu fyri at stýra øllum tí óviðgjørda fiskinum, sum fer av landinum, sigur hann.
Hann leggur dent á, at tað hetta ikki skal skiljast sum, at hann heldur, at flakafólk í Føroyum vinna ov nógvan pening.
? Tað haldi eg ikki, tvørturímóti. Men eg kann ikki lata vera við at seta spurnartekin við, hví føroyingar skulu fiska fiskin, tá vit ikki hava ráð til at arbeiða og virka hann her í landinum, sigur Hanus.
Hann heldur, at tað tilfeingið, sum føroyingar hava, eigur at verða tillagað soleiðis politiskt, at tað verða føroyingar sjálvir, sum virka fiskin antin á sjógvi ella á landi.
? Hitt er púra burturvið, heldur Hanus Hansen.
Hann staðfestir at enda, at tað er best, um føroyingar sjálvir arbeiða fiskin, og um so skal verða, so eigur tað ikki at kosta dupult so nógv, sum hjá grannalondunum. Og samstundis átti tað, sambært Hanusi, ikki at gingið út yvir lønina hjá arbeiðsfólkinum á landi.
? So tað er ongin ivi í mínum sinni um, at her mugu og skulu politisk stig takast til tess at betra um støðuna, sigur Hanus Hansen, stjóri á JFK Trol.