Tað er tungt at standa á einum beini

Skal blokkstuðulin fastfrystast ella skal hann prístalsregulerast? Tað er ein av teimum stóru politisku spurningunum í løtuni

Helgi Abrahamsen

Poul Michelsen segði í eini blaðgrein týskvøldið, at besta búskaparliga avgerðin sum tikin er í nýggjari tíð, var tá løgtingið samtykti at skera blokkstuðulin við 366 mió. krónum árliga. Og fyri líkasum at gera hetta bragdið uppaftur betri, setti hann ynski fram um, at minst 100 mió. krónur verða tiknar av blokkinum afturat.

Sigast má, at um blokkniðurskurðurin er besta búskaparliga avgerðin í nýggjari tíð, so lystir meg at vita, hvør tann ringasta avgerðin í nýggjari tíð man vera.  Hon kann neyvan vera nógv at rópa hurrá fyri !

Hvat var tað sum hendi í 2002?
Fyrstu árini eftir búskaparkreppuna í 90-unum vóru merkt av stórum búskaparvøkstri. Hetta hevði við sær, at landskassin í 2001 hevði eitt avlop, sum var næstan 700 mió. krónur, og beinanvegin lótu loysingarflokkarnir seg freista til at gera yvirtøkur og harvið at lækka blokkin. Frá 1. januar 2002 blivu 366 mió. krónur tiknar av blokkstuðlinum, men hetta hevði samstundis ta vanlukkuligu fylgjuna við sær, at longu sama ár kom avlopið hjá landskassanum niður um 200 mió. krónur. Avlopið minkaði sostatt eina hálva milliard krónur eftir bert einum ári. Síðani kom eitt lítið fall í búskapinum tey fylgjandi árini, og yvirskotið vendist til undirskot. Hetta er tað sum Poul Mikkelsen kallar besta búskaparliga avgerðin sum tikin er í nýggjari tíð.

Ikki rætti mátin
Sum eg havi ført fram onkuntíð fyrr, so er einki galið í tí, at fólk hava ein dreym um, at okkara sjálvskaptu inntøkur verða minst líka stórar sum útreiðslurnar. Men at billa sær inn, at vit fáa sjálvberandi búskap einans við at senda eitt bræv til donsku stjórnina, har vit biðja um at fáa færri pengar, og at so kemur restin av sær sjálvum, tað er ein álvarsom misskiljing. Skal landskassin klára sínar skyldur uttan blokkstuðul, so mugu vit finna nýggjar inntøkur at seta ístaðin fyri tað, sum vit missa, og tær inntøkurnar koma ikki dettandi niður úr luftini.

Alt tað eg kann minnast, hevur verið tosað um, at vit mugu finna eitt nýtt bein at standa á. Einaferð skuldu farmaskip gerast tað nýggja beinið, eina aðru ferð var tað svartkjaftur. Á flakavirkjum varð tosað um at gera lidnar vørur, og í politisku skipanini var gandaorðið gransking. So var tað aling og síðani ferðavinna, og ikki at gloyma igulkerini. Tað næsta verður helst olja. Men framvegis liva vit í Føroyum í høvuðsheitum av hálvvirkaðum fiskavøran og donskum blokki. Ja tað er enntá so galið, at tað sum fyrr var útflutt hálvvirkað, verður nú í stóran mun útflutt sum rundur fiskur (óvirkað), og framvegis vilja nógvir politikarar ikki tosa um at finna eina betri marknaðaratgongd fyri okkara fiskavørðum.

Tað kostar at liva
Tað kostar at liva, og tí mugu vit hava nakrar inntøkur til samfelagið. Landskassin hevur bara tvær høvuðsinntøkukeldur og skal onnur burtur, so má hin vaksa, og tað vísir seg at ganga illa.

Og her er tað at eg má spyrja: Hvørjar nýggjar inntøkur fann fullveldislandsstýrið í 2002, at seta ístaðin fyri tær 366 milliónirnar sum hvurvu? Hvørjar almennar sparingar blivu gjørdar hetta árið? Hvørjir pengar eru fingnir til vega í sambandi við at blokkurin varð fastfrystur? Og hvørjar inntøkur ella sparingar hevur Poul Michelsen klárar at seta í verk í sambandi við at hann ætlar at skerja minst 100 mió. krónur afturat av blokkinum?

Tað hevði verið gott um Poul Michelsen hevði kunna svara hesum spurningunum konkret.