6. UMFAR
Tað er lagt upp til tvær toppuppgerðir, tá ið 7. umfar verður á skránni næsta vikuskifti. Eftir sannførandi síðsta hálva tíman móti Skála er EB/Streymur oddalið eftir 6. umfar. Næstu ferð skal oddaliðið í Gundadal, har teir fyrr í ár hava fingið fult móti HB. Hesa ferð skulu teir spæla móti B36, sum við 2-0 tapinum móti HB mikukvøldið, misti oddasessin og nú er nummar trý.
Fótbóltsfepurin hevur rættuliga fingið tak á klaksvíkingum og norðoyingum. Sunnudagin vóru nógvir hundrað teirra á Toftum. Tað var stórt upplivilsi hjá norðoyingum. Fyrstu løtuna gekk prátið um, hvussu lagalig nýggja farleiðin er. Men tað var skjótt, at KÍ viðhaldsfólkini fingu nógv at fegnast um inni á vøllinum.
KÍ vann 4-0, og eftir B36 tapið mikukvøldið eru teir í Klaksvík teir einastu, sum ikki hava tapt. KÍ er næstfremst, og sunnudagin skulu teir á heimavølli verða partur av klassikaranum móti HB. Havnarmenninir hava úrslitaliga verið eitt sindur trilvandi í fyrstu umførunum. 2-0 sigurin á grannunum í B36 bar tó við sær, at HB fekk um endan. Nú eru teir á fimta plássi, og harvið verður uppgerðin millum javnaldrarnar onnur toppuppgerðin.
Søgan sigur, at HB ofta stendur seg væl í Klaksvík. Sunnudagurin verður týdningarmikil á tann hátt, at HB við fullari úrtøku rættuliga kann blanda seg, har sum teir plaga at vera. Um KÍ fer at fáa fult, so verður munurin millum teir og HB sjey stig!
Í hinum endanum stendur eftir meint tap á heimavølli móti VB/Sumba heilt illa til í Fuglafirði. Eftir seks umfør eru fuglfirðingar stigaleysir. Í løtuni er ilt at ímynda sær, at teir skulu fáa stig við sær úr Runavík sunnudagin. Tað nyttar so lítið at halla sær at hagtølunum, men tey siga, at ÍF ofta stendur seg væl í Runavík.
Í Suðuroy hava vónir alt árið verið um, at tað ikki fer at hilnast so út av lagi illa, sum tað hevur gingið fyrstu umførini. Eftir fullu úrtøkuna í Fuglafirði eiga teir B68 á heimavølli, og um tað eydnast at fáa fulla úrtøku í tí uppgerðini, so fer VB/Sumba eftir sera skinklandi inngang til kappingina eftir tveimum umførum at hava lyft seg burtur av niðurflytingarplássunum.
Á Toftum hava teir ikki ætlað sær at vera partur av niðurflytingarstríðnum. Higartil hava teir bara vunnið á heimavølli móti Skála. Tapið móti KÍ var tað triðja, men hetta var fyrsta B68 tapið á heimavølli, og tað fyrsta av tí slagnum, sum svíður rættuliga. At tapa 2-1 á útivølli móti EB/Streymi og B36 ber ivaleyst betri til at liva við enn at tapa 4-0 á heimavølli móti KÍ.
Kring Skálafjørðin hevur tað sum heild ikki gingið heilt eftir vild. NSÍ hevur ilt við at blanda seg, har sum teir hava sett sær fyri at vera við. Javnleikur í Gøtu má metast sum hampuliga gott úrslit. GÍ er á fjórða plássi, og alt eftir hvussu úrslitini í omanfyri nevndu toppuppgerðunum fara at laga seg, so kann NSÍ við favorittsigri á heimavølli móti ÍF klatra væl nærri toppinum.
GÍ skal spæla á Skála sunnudagin. Hjá silvurvinnarunum í fjør og bronsuvinnarunum í fyrraárið er tað vorðið gerandisdagur. Undanfarnu árini hava skálamenn ikki verið serliga skaðaplágaðir. Tað eru teir nú, og tað sæst aftur í avrikunum.
Gøtumenn minnast stóra turbolensin, tá ið teir í síðsta umfari í fjør vitjaðu á Skála. Tá bjargaðu teir sær plássinum í bestu deildini. Nú er støðan nógv øðrvísi. GÍ kann við sigri sunnudagin koma uppaftur nærri toppinum, sum harvið gerst uppaftur meiri trongur, meðan Skála kann fara at fáa frískað uppaftur, hvussu tað kennist at stríðast í botninum. Tað er trongligt bæði á toppinum og í botninum.