Teir eru farnir undir seinna hálvleik við Stórá í Trongisvági, har TB hevur vitjan av KÍ.
Bjarki Danielsen bríkslaði fyrstu ferð klokkan 14, og nú tað er hálvleikur, er støðan framvegis málleysur javnleikur.
Hjá KÍ er setningurin at vinna fulla úrtøku, um tað skal hugsast um at halda tørn í toppinum, har klaksvíkingar kappast um oddasessin við HB.
Hjá TB er setningurin at halda tørn um javnleikin og so møguliga at skora sigursmálið í seinna hálvleiki, tá ið KÍ fer at leggja nógv fyri í álopsspælinum, tí tað ræður um at fáa hol á.
Í fyrra hálvleiki hevur væl mannaða KÍ liðið verið greitt omaná. TB hevur einaferð verið í álopsstøðu, sum kundi verið vandamikil. Heimamenninir hugdu upp á dómaran og vónaðu, at hann fór at bríksla fyri brotssparki, tá ið Filip Obadovic fór um koll dygst innanfyri brotsteigarmarkið, men dómarin lætst ikki um vón.
Talan hevur verið um nógvar spentar støður og fleiri málmøguleikar í TB brotsteiginum, tá ið KÍ hevur havt hornaspørk og fríspørk, og tá ið tað við góðum samanspæli hevur eydnast klaksvíkingum at spæla seg inn um heimaverjuna.
Men tað er framvegis málleyst, nú tað verður fyrireikað at fara undir seinna hálvleik, og harvið gongur tað framvegis fyri seg eftir treytunum hjá heimaliðnum.
TB - KÍ kl. 14.00
Dómari: Bjarki Danielsen
TB: Frederik Mehder (Mads Viktor Altschuler, 46.) - Eirikur M. Ellendersen (Nikolei Johannesen, 46.), Rasmus Møller, Ndende Adama Guéye, Sebastian Kroner - Jens Erik Bruhn, Dánjal Godtfred, Samudeen Musah,, Einar Thorsteinsson - Filip Obadovic, Mark Kongstedt
KÍ: Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (Ísak Simonsen, 61.), Heini Vatnsdal, Jesper Brinck - Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen (Jonn Johannesen, 61.) - Páll A. Klettskarð (Boris Dosljak, 69.), Ole Erik Midtskogen