Tað er trýst á KÍ og TB

Tey bæði liðini eiga heimavøll, meðan torfør avbjóðing á útvølli bíðar FC Suðuroy, sum er triðja liðið, ið higartil ikki hevur vunnið

Talvan tekur alt meiri skap. Víkingur er topplið, og næst oddaliðnum eru HB, B36, ÍF og EB/Streymur, sum eftir soltin fyrstu umfør hevur fót­að sær seinastu ferðirnar.
Hjá KÍ, TB og FC Suðuroy hevur tað ikki eydnast at vinna fulla úr­tøku burtur úr fimm teimum fyrstu umførunum. Tí eru hesi trý botnlið, og dygst omanfyri tey eru NSÍ og B68. NSÍ hevur vunnið eina ferð, og toftamenn hava vunnið fulla úrtøku tvær tær seinastu ferðirnar, eftir at teir einki fingu burturúr trimum teim­um fyrstu royndunum.
Hesa ferð eiga TB og KÍ heima­vøll, meðan FC Suðuroy skal spæla á útivølli ímóti Víkingi. Tað verður altso toppur ímóti botni. Hesa ferð verður heimavøllurin hjá Víkingi ikki í Sarpugerði, har teir hava tik­ið gamla graslíkið av og eru í holtur við at leggja nýtt graslíki á. Víkingur fer sunnudagin at spæla í Fuglafirði.

KÍ - NSÍ
Talan er um tvey lið, ið eru ikki sørt átøk hvørjum øðrum. Hetta skal skiljast á tann hátt, at bæði liðini eru mannað við ungum monnum, ið eru uppaldir í feløgunum.
Klaksvíkingar hava higartil ikki megnað at vunnið. Tað plagat at verða tikið til, at tað gongst einki serligt hjá KÍ á heimavølli, tá ið serlig tiltøk eru á skránni í Klaks­vík. Her verður hugsað um Norðoya­stevnu, Summarfestival, Sjó­manna­dag og tunnilsdagar.
Í morgin er tunnilsdagur, og tá eigur KÍ heimavøll ímóti NSÍ!
Meðan NSÍ hevur havt vanliga arbeiðsviku, har spælararnir hava vant fleiri ferðir, so hava klaks­víkingar í viðførinum hava 120 min­uttir av steypafótbólti mikukvøldið og vónbrotið um, at tað, sum eina góða løtu sá ógvuliga ljóst út, at enda kiksaði.
Í NSÍ leguni eru teir rættuliga væl fyri. Í KÍ leguni verður sagt frá fleiri skaðum. Heðin á Lakjuni, Álvur F. Christiansen, Gunnar Christiansen og Kristoffur Jakobsen eru skaddir, og tað eru lít­il sann­líki fyri, at teir verða førir fyri at spæla leygardagin.
Ímóti HB fekk Ivan Joensen møgu­leikan á miðvøllinum, og hann var rættuliga eyðsýndur. Tí er góður møguleiki fyri, at hann verður millum teir fyrstu ellivu í morg­in, og tað kann væl vera, at onkur annar av ungu monnunum, sum higartil hevur bíðað eftir møgu­leikanum, fer at fáa kjansin ímóti NSÍ.

TB - ÍF
Ungu tvøramenninir, væl stuðlaðir av Ivan Stojkovic, Óla Johannesen, Dimitrije Jankovic og Dan Mortensen hava givið ábendingar um, at tað búgva góð fótbóltsevni í teim­um. Higartil hevur tað ikki eydn­ast TB at vinna fulla úrtøku, og har­við økist trýstið á TB.
Á Tvøroyri vóna teir sjálvandi, at tað skal bera til at spæla á nýggja vøllinum í Trongisvági. Kapp­ingar­nevndin hjá FSF hevur góðkent vøllin. Tað hevur loyvisnevndin hjá FSF ikki gjørt. Loyvisnevndin um­sitir loyvisskipanina, sum eru krøv­ini, ið UEFA hevur sett føroyskum fótbólti við støði í tilfarinum, sum FSF hevur sent teimum. Millum hesi krøvini er, at tað kring vøllin skulu vera í minsta lagi 300 setur til áskoðararnar. Hetta er høvuðs­kravið, sum tað verður bíðað eftir, at teir á Tvøroyri skulu fáa frá hond­ini.
Tí kann tað væl vera, at tað aftur hesa ferð verður á Vágseiði, at TB fer at hava heimavøll.
Fyrstu umførini gekk tað sum eftir ánni hjá ÍF. Sunnudagin løgdu fuglfirðingar fyrstu ferð rygg til tap í landskappingini. Víkingur var leingi oman á og vann 2-1, men ÍF vísti góðan moral og stríddi seg upp í aftur. Fuglfirðingar minkaðu um munin, og teir settu toppliðið undir trýst, men tað eydnaðist ikki at fyribyrgja fyrsta tapinum í lands­kappingini í ár.
Allir ÍF spælararnir eru tøkir uttan Bogi Løkin, sum framvegis er langtíðarskaddur.

Víkingur - FC Suðuroy
Felags fyri FC Suðuroy og Víking er, at bæði liðini hava steypafótbólt frá mikukvøldinum í kroppinum, tá ið tey hittast í Fuglafirði sunnudagin.
Víkingarnir hava vant á Skála í hesi vikuni. Teir eru framvegis skaða­plágaðir. Hans Jørgen Djur­huus og Kaj Leo í Bartalsstovu eru ikki tøkir. Lasse Qvist er komin fyri seg aftur. Takið hjá honum er at vinna seg inn aftur á liðið. Tað er ikki bara bara. Joseph Bassene hevur verið fremsti maður seinastu ferð­irnar, og hann hevur avgjørt ikki spælt seg av liðnum.
FC Suðuroy eigur framvegis fyrsta málið í landskappingini til góða. Í steypakappingini hava teir á felags­liðnum tvær tær seinastu ferð­ir­nar skorað tíggju ferðir.

Brellbiti við Margáir
Mikukvøldið eydnaðist tað bæði EB/Streymi og HB at kvalifisera seg til hálvfinaluna í steypakappingini. Hóskvøldið varð greitt, at hesi bæði liðini skulu hittast í hálvfinaluni, og sunnudagin hittast tey við Margáir.
Í EB/Streymi eru teir framvegis illa skaðaplágaðir. Lyklaspælararnir Pauli G. Hansen, Pætur Dam Jacobsen og Arnbjørn Hansen eru skaddir og ikki tøkir. Niels Pauli Danielsen hevur tikið av møgu­leik­anum og er vorðin fastur maður á liðnum. Arnar Dam og brøðurnir Árni G. Olsen og Poul G. Olsen eru aðrir, sum hava vunnið sær alt meiri spælitíð.
Í HB er lagið gott eftir steypa­sigurin í Klaksvík. Avbjóðingin hjá Sigfríði Clementsen er at fáa liðið at vera meiri støðugt. Í Klaksvík var tað alt annað enn sannførandi í 1. hálv­leiki, tá ið verjuparturin var sum opnahjallur í báðum borðum. Í 2. hálvleiki var væl betri. Andrew av Fløtum hevur verið á beinkinum tvær tær seinastu ferðirnar. Hann hevur verið rættuliga eyðsýndur, tá ið hann er komin á vøllin, og tí er einki at ivast í, at hann verð­ur millum teir fyrstu ellivu í Streym­nesi.

B36 - B68
Meistararnir í B36 fáa vitjan av B68. Toftamenn mistu hálvfinaluplássið í steypakappingini mikukvøldið eftir at hava stríðst í 120 minuttir. Tað var stórt vónbrot.
Avbjóðingin hjá Paula Poulsen er at fáa liðið á føtur aftur.
Í B36 hevur verið vanlig arbeiðs­vika hjá Mikkjali Thomassen og hansara monnum. Tí ber ikki til at siga annað, enn at heimaliðið má roknast at vera væl betri fyri undan vitjanini av Toftum.