Tað er trýst á gøtumonnum

KÍ venjarin hevur í vikuni aftur og aftur mint sínar menn á, hvussu vandamikið tað er at hitta sovandi úlv, sum Ove Flindt Bjerg málber seg í Norðlýsinum

UPPTAKT

 
Tað er ikki frítt, at tað er trýst á GÍ, tá ið teir í morgin fara at fáa vitjan av KÍ. Í tveimum teimum fyrstu umførunum hava teir einki fingið burturúr ímóti mótstøðuliðum, sum teir undan kappingarbyrjan mettu seg at hava møguleikar ímóti. Um væl hevðí havt viljað til, so høvdu gøtumenn havt seks stig. Nú hava teir einki, og í fjórða og fimta umfari skulu teir spæla á útivølli ímóti VB og HB.
                      Tí er uppgerðin ímóti klaksvíkingum á heimavølli ógvuliga týdningarmikil. Í GÍ vóru teir ikki misnøgdir við avrikið og hugburðin í Fuglafirði. Teir meta tað vera gott tekin, at tað tvær ferðir eydnaðist at koma upp á javnt, og teir iðra seg um, at teir seinna partin av 2. hálvleiki góvu ÍF so nógvar møguleikar at fara í snarálop.
Í Gøtu hava teir, sum so manga aðra staðni kring landið, verið darvaðir av veðrinum. Hóskvøldið vandu teir ikki, men í gjár varð roknað við, at allir teir, sum spældu ímóti ÍF, fara at verða tøkir í morgin. Í Fuglafirði noyddist Atli Gregersen at taka seg aftur, tí hann fekk eitt trælær, sum teir kalla tað, men hann er tøkur aftur.
                      Í Klaksvík hevur høgættin heldur ikki verið so blíð í hesi vikuni. Har hava teir eftirmett avrikið ímóti VB, og teir eru ikki nøgdir. Um tað skal eydnast betri ímóti GÍ, so er neyðugt við væl betri hugburði, og Ove Flindt Bjerg, KÍ venjarin, sigur í Norðlýsinum í hesi vikuni, at tað er eingin orsøk at rokna við lættari uppgávu. Hann sammetir GÍ við sovandi úlv, sum tað sigur seg sjálvt er torført og vandamikið at koma í holtur við.
                      KÍ venjarin sigur seg rokna við, at slagið fer at standa um miðvøllin, men hann vísir eisini á týdningin av, at KÍ fær spælið at ganga eftir sínum treytum.
                      Ovi Nysted var leikbannaður ímóti VB. Hann verður aftur í KÍ miðverjuni í morgin. Og so er spurningurin, um Karstin Joensen fer at fáa møguleikan ímillum stólparnar hesa ferð. Karstin var skaddur í nakrar vikur, men nú eru tvær vikur síðani, at hann aftur fór at venja. Tað varð av fleiri roknað við, at hann skuldi fáa møguleikan ímóti VB, men venjarin valdi at geva unglingaspælaranum Mathiasi Samuelsen enn ein møguleika, og ungi málverjin stóð seg væl.
                      KÍ hevur seinnu árini staðið seg væl í Sarpigerði. Teir hava vunnið trý tey seinastu árini, og síðsti GÍ heimasigurin á klaksvíkingum var í 2001, tá ið teir vunnu 5-1.