Stigatalvan sigur, at B36 er stórfavorittur við Margáir í kvøld. B36 hevur 19 stig, og EB/Streymur hevur 7 stig.
EB/Streymur hevur 25 ferðir havt vitjan av árstalsfelagnum í landskappingini, og 14 ferðir er tað eydnast heimaliðnum at vinna stig. EB/Streymur hevur vunnið 9 ferðir, fimm ferðir er tað endað javnt, og B36 hevur vunnið 11 ferðir.
Í fjør vann B36 4-0 í Hólmanum á Eiði, meðan EB/Streymur í fyrraárið vann 3-2, tá ið hesi bæði liðini í fyrsta umfari hittust í Hólmanum á Eiði.
12. juni vann B36 4-1, tá ið EB/Streymur var gestur í Gundadali.
Hjá EB/Streymi eru fýra spælarar so mikið skaðadarvaðir, at teir eru ikki førir fyri at spæla. Talan er um Poul G. Olsen, Petur Zachariasen og Bjarki Zachariasen, sum eru knæskaddir og Tóki H. Johannesen, sum er darvaður av heilaskjálvta.
Hjá B36 er Erling D. Jacobsen knæskaddur, Hugin Samuelsen er vøddaskaddur í búkinum, og Ragnar Samuelsen er darvaður av skaða í fótliðnum. Tað er ivasamt, um Símun Rógvi Hansen og Erlendur Magnusson eru førir fyri at spæla.
EB/Streymur – B36: Bjarki Danielsen kl. 19.00.