Tað er torført at siga hvør orsøkin er

- Antin hevur tilgongdin av fiski verið lítil, ella hevur royndin verið ov stór. Talan kann eisini vera um bæði um somu tíð, sigur Eyðfinn Magnussen, biologur, sum hevur verið við til at gjørt yvirlitstrolingar á Føroyabanka í fleiri ár

Fiskastovnar

Yvirlitstrolingarnar, sum Magnus Heinason hevur gjørt á Føroyabanka í heyst, vísa týðiliga, at lítil fiskur er á Bankanum. Fiskurin er sum heild lítil í tali, og toskurin er væl smærri, enn hann plagdi at vera.
Eyðfinn Magnussen, biologur, sum starvast á Náttúruvísindadeildini hjá Fróðskaparsetri Føroya, sigur, at á 29 trolstøðum fingu teir bert einar 10-15 toskar í hvørjum háli.
- Hesi tóvini vardu í umleið ein tíma hvørt, so hetta er rættiliga lítil veiða, ásannar biologurin.
Hann vísir á, at tað, sum fæst á Føroyabanka í dag, er fiskur, sum er eini 2-3 ára gamal, og tí er fiskiskapurin í dag tengdur at tí, sum kom undan hesi árini.
Spurdur, um hann dugir at siga, hví so lítil fiskur er á Føroyabanka í dag, nú tað annars vísir seg, at fiskurin sum heild er í góðum holdum, sigur biologurin:
- Tað er sjálvandi torført at siga, men fiskifrøðingar hava leingið ávarað um, at veiðan á Bankanum hevur verið ov stór seinastu árini.
Hann vísir á, at tað, sum er at fáa á Føroyabanka í dag, er eitt úrslit av tí, sum kom undan fyri 2-3 árum síðan  og teirri roynd, sum hevur verið síðan. Aftrat hesum spæla so náttúruviðurskiftini sjálvsagt eisini inn.
Biologurin vísir á, at fiskurin saktans kann vera í góðum holdum, hóast veiðan er lítil.
- Er lítil fiskur, er meira av føði í part til hvønn fiskin, sigur hann.
Eyðfinn Magnussen sigur, at fyri nøkrum árum síðan var toskurin á Bankanum í miðal einar 90 cm. til longdar, og vektin fyri hvønn fiskin lá um 10 kilo.
- Toskurin, sum vit fingu undir yvirlitstrolingunum hesaferð, lá millum 50 og 60 cm. til longdar, sigur biologurin.
Í fyrru helvt av nítiárunum var Føroyabanki friðaður fyri allari veiði, men síðan hevur Bankin verið opin aftur fyri húkaveiði.
Nú bendir so alt á, at støðan toskinum á Bankanum er verri, enn hon hevur verið í fleiri ár.