– Tað er toppmált frekt og arrogant av landsstýrismanninum í heilsumálum.
Soleiðis sigur borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, eftir at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í viðmerking til miðlarnar í dag gjørdi greitt, at hann sá ikki málið um stjórarnar á Suðuroyar- og Klaksvíkar sjúkrahúsið sum eitt politiskt mál, men heldur eitt umsitingarligt roknskapartekniskt mál.
Norðlýsið skrivaði í gjár, at stjórarnir fyri Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús, Alexandra á Dul og Hans Pauli Henryson, høvdu fingið boð um, at sambært broyting í leiðslukunningarskipanini hjá landsrokniskapinum var bert ein stjóri fyri leiðslukunningarskipanina fyri sjúkrahúsini, og tað var Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur í viðmerking til Norðlýsið og Kringvarpið sagt, at talan er um ein tekniskan spurning, ið hann hevur biðið síni embætisfólk um at loysa.
Hesum líkar ikki Jógvani Skorheim, sum í lesarabrævi í dag sigur, at hetta er at meta sum at avtaka Klaksvíkar sjúkrahús.
Jógvan Skorheim ger greitt, at løgtingið hevur samtykt, at tríggir stjórar skulu vera fyri tey trý sjúkrahúsini, og hetta er ikki nakað, ið landsstýrismaðurin av sínum eintingum kann broyta.
– Tað er tí eitt politiskt álvarsmál, at landsstýrismaðurin svíkur, og ógvuliga arrogant sigur við almenna kringvarpið, at hetta, sum løgtingið hevur samtykt, ikki er hansara borð, men er eitt umsitingarligt og tekniskt mál, sum hansara aðalstjóri skal taka sær av.
– Eg havi ikki orð fyri, hvussu grundleggjandi hetta álopið er á okkara fólkaræðisligu skipan, tí lata okkara løgtingslimir hetta sleppa snikkaleyst aftur við borðinum, so er tað ikki longur fólkavalda Føroya Løgting, sum er hægsti myndugleiki í landi okkara, og tað er heldur ikki landsstýrismaðurin, sum løgtingið, umvegis løgmann, hevur sett – nei, tað er umsitingin undir honum, sum bestemmar, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.