Tað er tættari í toppinum

Oddafiskurin telvaði javnt, og við sigri tók Helgi Dam Ziska seg harvið nærri toppinum

Tað er stórur talvdagur í Løkshøll í Runavík í dag. Tvey umfør í Runavík Open eru á skránni. Fyrstsu leikirnir vórðu fluttir longu klokkan níggju, tá ið tað varð farið undir sjeynda umfar. Nú klokkan trý varð farið undir áttanda og næstsíðsta umfar.

 

 

GM Helgi Dam Ziska (2551) vann fyrrapartin við svarta fólkinum á IM Vladimir Hamitevici(2484) úr Moldova, sum undan innanhýsis uppgerðini var eitt hálvt stig frammanfyri Helga Dam Ziska.

 

 

Spurningurin var so, um sigurin fór at bera Helga nærri toppinum, har IM Guðmundur Kjartansson (2438) var einsamallur – eitt stig frammanfyri Helga. Íslendingurin hevði fyrrapartin hvítt ímóti IM Simon Bekker-Jensen (2473) úr Danmark.

Teir báðir sótu leingi og totaðust yvir læstari støðu. Guðmundur Kjartansson leitaði eftir møguleikanum at vinna fyrimunin, sum kundi bera fulla úrtøku við sær. Tað eydnaðist ikki, og harvið endaði talvið remis.

 

 

Nú teir fóru undir áttanda umfar er Helgi Dam Ziska eitt hálvt stig aftanfyri Guðmund Kjartansson, sum er einsamallur á odda.

Seinnapartin situr Helgi Dam Ziska við svarta fólkinum ímóti GM Johann Hjartarson (2541). Íslendski veteranurin, sum hevur tíggju ratingstig færri enn Helgi, hevur av álvara spælt seg upp. Hann hevur fimm stig og er á triðja plássi saman við trimum øðrum.

 

Ein teirra er IM Nikolaj Mikkelsen (2466), sum í áttanda umfari hevur hvítt ímóti IM Guðmundi Kjartansson (2438). Hinir báðir sita í dag í innanhýsis talvi. Teir eru GM Miguel Munoz og IM Vladimir Hamitevici (2484).

 

Seks telvarar hava vunnið 4 ½ stig. Teirra millum eru fýra føroyingar: FM Rógvi Egilstoft Nielsen (2347), Ólavur Simonsen (2207), FM Olaf Berg (2323) og FM Hans Kristian Simonsen (2148). Hinir eru GM Jakob Vang Glud (2506) og IM Simon Bekker-Jensen (2473).

 

Fyrrapartin vann Hans Kristian Simonsen á FM Jesper Søndergaard Thybo (2348), Olaf Berg vann á Gauti Páll Jónsson (2036), Ólavur Simonsen vann á FM Høgna Egilstoft Nielsen (2275), og Rógvi Egilstoft Nielsen vann á Silas Eyðsteinsson (2066).

 

Kappingin er almenn, og tað er ókeypis atgongd. Tað ber til at fylgja við í kappingini á

http://runavikopen.com/page.php?Id=98&l=fo