Tað er tætt í HB verjuni

Í høvuðsstaðnum er mest sum tátt í morgun. Tí er eingin ivi um, at tað verður fótbóltur í Gundadali seinnapartin.

 

07 Vestur fer at vitja HB. Bæði liðini hava eitt leikbann. Hjá HB er tað vongverjin Jógvan Rói Davidsen, sum er leikbannaður, tí hann tvær ferðir sá gult og harvið reytt 2. páskadag í Fuglafirði. Og hjá 07 Vestur er tað Evrard Blé, sum er leikbannaður. Hann sá beinleiðis reytt kort í Fuglafirði í 3. umfari, og tað kostaði leikbann í tvey umfør.

 

Tølini siga, at tað er vorðið rættuliga tætt í HB verjuni. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur HB spælt ímóti gull og silvur vinnarunum í fjør, og í báðum førum hevur tað eydnast Oddbjørn Joensen og hansara monnum at vinna 2-0.

 

07 Vestur hevur burturúr fýra teimum fyrstu umførunum vunnið fýra stig. Ímóti NSÍ 2. Páskadag eydnaðist tað í evstu løtu at javna til 1-1, og tað vóru vágamenn ógvuliga fegnir um, tí eftir steðgin høvdu teir verið undir øgiligum trýsti. 07 Vestur hevur higartil spælt á útivølli ímóti gull og silvur vinnarunum í fjør. Ímóti EB/Streymi taptu teir 4-0, og í Fuglafirði taptu teir 3-1.

HB-07 Vestur: Rói Jacobsen kl. 15.00