Eliesar (Essa) Jacobsen. Skopun
Tað ber ikki til at vera samkyndur, og samtíðis vera trúgvandi, tí at skrivað stendur í 3.Mós.18,22: "Tú mást ikki hava samlegu við mann eins og við konu; tað er andstygd."
Tá ið ein prestur ella ein annar, sum stendur fyri eini samkomu, sigur at tað er í lagi at vera samkyndur og standa fram við Guðs orði, tá lýgur hann, tí at skrivað stendur í 3.Mós.20,13: "Hevur maður samlegu við mann á sama hátt sum við konu, tá fremja teir báðir andstygd; teir skulu láta lív; blóðsekt hvílir á teimum."
Hatta er eitt hart vers, men hatta er sannleikin, tí alt sum stendur í Bíbliuni er sannleiki. Tað er tí so fáir tora at siga, at hatta ikki er rætt, og teir sum tora at siga nakað, verða kallaðir fyri eitt og annað. Eg vil rósa teimum, sum tora at standa fram við Guðs orði, og siga at hatta er skeivt.
Tað sama stendur í Rómverjabrævinum. At tað er synd at vera samkyndur, stendur í Róm.1,21-27. Versini 26-27 siga tað beint fram at tað er synd: "Tí gav Guð teir upp í skammloysis girndir; tí at bæði konufólk teirra skiftu hin náttúrliga umgang um við hin ímóti náttúruni. Og á sama hátt løgdu eisini mannfólkini av hin náttúrliga umgang við konufólk og brunnu í fýsni sínum hvør at øðrum, so at mannfólk gjørdu skemdargerð við mannfólki og fingu afturfyri á seg sjálvar tað viðurlag fyri villu sína, sum beint var."
Býirnir Sómoma og Gómorra blivu lagdir í oyði av akkurát sovornari synd, tí at skrivað stendur í 1.Mós.19,4-9, at teir vildu ikki hava døturnar hjá Lot, men menninar. Tað vóru bæði ungir og gamlir menn, sum komu til Lot at biðja um menninar. Trúgva tit ikki hesum, so lesið 1.Mós.19,4-9.
Hvat sigur Jesus til sovorið? Jesus sigur sjálvur í Luk.11,28: "Men hann segði: ja, men sæl eru tey, sum hoyra Guðs orð og VARÐVEITA tað."
Jesus var jødi, tað vil siga, at hann livdi eftir gamla testamenti, og megin parturin av tí, sum eg havi víst til her, er frá gamla testamenti, uttan Róm.1,21-27. Tá ið tú skalt varðveita Guðs orð, so mást tú eisini taka 1.Mós.19,4-9, 3.Mós.18,22 og 3.Mós.20,13 við. Tað nyttar einki at taka pettir av Bíbliuni burturúr, sum man dámar sjálvur.
Hvussu kann man varðveita Guðs orð, tá ið man er samkyndur? Tað ber ikki til, tí tað stendur skrivað í 1.Mós.19,4-9, 3.Mós.18,22, 3.Mós.20,13 og Róm.1,21-27.
Og tað kendasta sum er í Bíbliuni: 1.Mós.1,27: "...sum kall og konu skapaði hann tey", ikki sum kona og kona, ella sum maður og maður, tað er tí samkynd ikki kunnu fáa børn, tí tað er ómóti náttúruni.
Tí er tað ikki rætt at fara í skrásett parlag hjá samkyndum, tí at kirkjan er bygd á Guðs orð. Um kirkjan vígar samkynd, so góðtekur Guð tað ikki, um ein prestur ger tað. Tað er ikki Guð, sum skal taka ímóti ordrum frá okkum, men tað eru vit, sum skulu taka ómóti ordrum frá honum, og teir standa í Bíbliuni.
Tað er tí ikki í ordan at tað eru samkyndir prestar, sum siga seg kenna Guð, men tað er ein kolsvørt lygn. Eg havi verið frelstur í 2 ár, og eg havi longu funnið fleiri skriftstøð, har tað stendur klárt og greitt, at tað er synd at vera samkyndur. Eg havi hoyrt fleiri prestar sagt, at tað er í ordan at vera samkyndur, so eg má spyrja meg sjálvan, hvat teir hava lisið í 7 ár, tá ið teir hava lisið til prest, - tað er so ikki úr Bíbliuni!
Men tað eru ikki allir prestar, sum góðtaka samkynd, og tað eru teir, sum varðveita Guðs orð.
Jesus veri við tykkum.