Hóast tað fleiri ferðir er komið fyri, at fólk, sum hava ognað sær atgongumerki til festivalar í summar, selja tey víðari á netinum, so eru serligar treytir sum gera seg galdandi fyri víðarisølu av slíkum atgongumerkjum.
Á atgongumerkinum til tónleikatiltakið Voxpop stendur, at atgongumerki, sum verða seld omanfyri ásetta virði, verða mett sum svartsøla, og verða meldað til løgregluna.
Runi Djurhuus, fyriskipari, sigur, at tá tað stendur á atgongumerkinum, at tað er ólógligt at selja tað víðari fyri ein hægri prís, enn ein sjálvur hevur keypt tað fyri, so er eyðsýnt, at talan er um ólógligan handil, tá tað verður gjørt.
Hann leggur afturat, at tað í hansara eygum er munur á at selja eitt atgongumerki víðari vegna forfall og at keypa fleiri atgongumerki við víðarisølu fyri eygað.
- Eg skilji væl, at tað er freistandi at keypa fyri at selja og at tjena sær nakrar krónur, sigur hann, og leggur afturat, at hendan trupulleikan hava fyriskiparnir havt hvørt ár, tá tað hevur verið útselt til tiltakið.
Rúni Djurhuus sigur, at í fjør var okkurt dømi um, at onkur varð meldaður til løgregluna fyri svartsølu av atgongumerkjum til Voxpop, men onki dømi hevur verið um tað í ár.
- Eg veit ikki, hvør hevur ábyrgd av at halda eyga við tí, og melda tað til løgreglæuna, sigur hann.









