Tað er sum í gomlum døgum á Eiði

Hóast bestu byrjan EB/Streyma byrjan í sjey ár so heldur venjarin, at HB er favorittur

Hóast EB/Streymur er næstfremst, og HB er á sætta plássi, so heldur EB/Streyma venjarin, Heðin Askham, at HB er favorittur í Hólmanum á Eiði:

-Spælið hjá okkum er støðugt batnað, men HB er størri felag og við størri breidd enn okkara. Tí er HB favorittur ímóti okkum, sigur EB/Streyma venjarin, sum harvið roynir at lætta trýstið av sínum monnum.

Í fjør vann EB/Streymur allar tríggjar ferðirnar ímóti HB – 1-0 og 2-1 við Margáir og 3-2 í Gundadali.

-Vit vóna, at tað fer at eydnast at spæla upp ímóti HB, sigur Heðin Askham.

 

Fyri nøkrum árum síðani var EB/Streymur mest sum hvørt ár roknað millum FM favorittarnar. Eftir aldudal siga tølini, at liðið er aftur á veg uppeftir. Fyrstu trý umførini hevur úrtøkan ikki verið so góð síðani 2011, sum hon nú er.

Jóhannes Hansen er langtíðarskaddur. Miðverjin Andras Olsen hevur vøddaskaða at dragast við, og Ari Ó. Ellingsgaard er fyri fyrstu ferð tøkur, síðani hann flutti úr ÍF og til EB/Streym. Hann hevur verið leikbannaður.

 

HB hevur tapt ímóti toppliðnum, vunnið ímóti meistarunum og spælt javnt ímóti grannunum:

-Vit vóru misnøgdir við okkum sjálvar í fyrsta dystinum, men síðani hava vit arbeitt væl, og vit fara til Eiðis við góðum treysti at spæla ímóti einum góðum liði, sigur HB málverjin Teitur Matras Gestsson, sum ímóti B36 bjargaði tveimum brotsspørkum.

Hjá HB kemur tað illa við, at álopstrumfurin Aleksandar Stankov framvegis er skaddur. Eisini framrættaði Sebastian Pingel er knæskaddur. Tað er ivasamt, um Ari Mohr Olsen, sum í fjør var í EB/Streymi, verður førur fyri at spæla ídag.