Tað er sum at hava fingið ein lítlabeiggja

Samstarvið ímillum Klaksvík og vinabýirnar, skal lyftast upp á eitt politiskt stig

Nú hevur Klaksvík fingið ein vinarbý afturat. Tað samtykti býráðið einmælt í gjárkvøldið. Talan er um lítla býin, Taiji í Japan, har tað býr eini 3.500 fólk.

 

Og tað ræðir ikki býráðslimirnir, at Taiji er ein rættiliga umstríddur býur.

 

Gunnvá við Keldu heldur, at tað stuttliga við hesum er fyri tað fyrsta, at hann er langt burtur. Men tað stuttliga er eisini, at loksins hevur Klaksvík fingið ein vinabý, sum er minni enn Klaksvík

 

– Tað er sum um at vit hava fingið ein lítlabeiggja, ella eina lítlasystir, segði hon. 

 

Hon ásannar, at Taiji er ein umstríddur býur, men hon heldur, at tað hevur alstóran týdning, at vit eru opin. Hóast Taiji er ein lítil býur, er hann rættiliga kendur, tí eins og føroyingar, drepa tey eisini springara.

 

Og tá ið umboð fyri Taiji vóru her í sumar, var tað nettupp nevnt, at býirnir báðir skuldu samstarva meir um at tryggja rættin til at veiða hval.

 

 

Les eisini: Klaksvík og Taiji skulu standa saman um at verja hvalaveiði

 

 

Tummas Lervig heldur ikki, at vit eiga at lata okkum ræðast at taka vinabýarsamstarv upp við Taiji

 

Tað, sum hesin vinabýurin kann geva okkum, er lættari atgongd hjá fiskivinnufyritøkum í Klaksvík til tann stóra marknaðin í Japan, har tey eru stórbrúkarar av fiski, heldur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

 

Tá ið umboð fyri Japan skuldi koma til Føroyar, var borgarstjórin annars ikki so heitur fyri einum vinabýarsamstarvi við Taiji.

 

Tað kanst tú lesa meiri um HER

 

Annars hevur Klaksvík fleiri aðrar vinabýir, men teir eru allir her um okkara leiðir, nevniliga Sisimiut í Grønlandi, Kópavág í Íslandi, Wick í Skotlandi, Tróndheim í Noregi, Norrkøping í Svørvíki, Tammerfors í Finnlandi og Odense í Danmark.

 

Serliga Steinbjørn O. Jacobsen saknar, at vinabýarsamstarvið verður lagt upp á eitt politiskt stig, soleiðis sum tað var fyrr, tá ið nógv meiri lív var í vinabýarsamstarvinum

 

Higartil er tað nevniliga mest á mentanarøkinum, at samstarv er ímillum vinabýirnar. Helst á skúlaøkinum er eitt ítøkiligt samstarv, har skúkaflokkar vitja hvønn annan, men eisini á tónleikaøkinum hava vinabýirnir fingið stórt gagn av hvørjum øðrum. Og tað er ein leið, býráðslimir taka undir við.

 

Og borgarsthjórin sigur, at á vinabýarstevnu nýliga hava vinabýirnir nettupp tosa um at styrkja vinabýarsamstarvið og at samstarva meiri politiskt, heldur enn at tað mest snýr seg um mentan, sum tað nú ger. Hann nevnir sum eitt dømi, at hvat býarætlan viðvíkur kunnu vinabýirnir læra at hvørjum øðrum.