Tað er sum at fáa eitt jólakort

Bygdaráðslimur, og fyrrverandi valevni hjá Tjóðveldi, gevur flokkinum eina avbjóðing

Enn ana vit í Fámjin, men tað verður tyngri og tyngri.

Arni Nielsen, bygdaráðslimur í Fámjin, og fyrrverandi valevni hjá flokkinum á fýra valum, var atfinningarsamur ímóti flokkinum á flokstingi í Hovi um vikuskiftið.

Hann ásannar, at ábøtur eri gjørdar í Suðuroy, eitt nú er túratalið hjá Smyrli økt, Suðuroyar Sjúkrahús hevur fingið bæði pínuklinikk og skannara, umframt at farið verður undir at gera eftirskúla á Tvøroyri og ítróttarháskúlin í Vági hevur fingið hægri játtan. Og ikki minst verður farið undir at gera nýggjan tunnil til Hvalbiar.

Men hittinorðaður helt Arni Nielsen fyri, at hjá teimum í Fámjin er tað sum at fáa eitt jólakort: Tað fløvar hjartað, men ger ikki tann stóra munin.

Serliga er hann fortørnaður inn á, at tey ikki fáa nýggjan tunnil til Fámjins nú, hóast politikarar í samgonguni hava lovað teimum tað.

Hann heldur, at tað gongur strilti at játta pengar uttan fyr miðstaðarøki og bara eykajáttanin til Glasir røkkur til tveir Fámjinstunlar.

– Spurningurin er um hendan samgongan ikki var tann, ið kappaði høvdið av bygdini, helt hann bersøgin fyri.

Hann sigur, at fólkatalið minkar alsamt og tað reingist ikki, at høvuðsgrundin til tað, er, at ferðasambandið er so vánaligt.

– Tað eru ongar tænastur í Fámjin, so tað einasta, vit hava at kappast við, er skattaprosentið, men vit hava eisini fingið at vita frá fólki, at um skattaprosentið so varð sett niður á null, fluttu tey ikki aftur til bygdina, sum ferðasambandið nú er.

Fámjin varð eisini sera hart rakt at eldrøkinum, tí tað fer við 20 prosent av allari fíggjarætlanini hjá kommununi.

Landsmyndugeikarnir hava bara eina loysn at bjóða okkum, og tað er at leggja Fámjin saman við onkra størri kommunu, men eg havi ilt við at síggja, at tað loysir nakran trupulleika, at Fámjins Kommuna hvørvur av Føroyakortinum, segði Arni Nielsen.

Annars er hann púra sannførdur um, at tað verður ikki sjálvboðið, at kommunurna í Suðuroy leggja saman.

– Tað kunnu tit gloyma alt um, so halda tit, at tað er loysnin at leggja kommunur saman, vísi tað so í verki at tit meina tað, og geri tað við lóg, segði Arni Nielsen.

Hann sigur eisini, at meinar Tjóðveldi tað í álvara, tá ið tey tosa um at menna alt landið, eigur flokkurin at gera sær greitt, at tað er ikki ókeypis.

Men skuldi hendan samgongan hildið fram eftir løgtingsvalið, er stórur vandi fyri, at Fámjinstunnilin dettur niður fyri aftur. 

–Vit hava rætt og slætt ikki álit á, at hann verður gjørdur, fyrrenn tað er sett á at bora, segði Arni Nielsen.

Men so legði hann afturat, at enn er nakað eftir til valið, so vónandi fer okkurt at henda til tá til.

Hann bjóðaði eisini flokkinum av og vísti á, at Tjóðveldi vil klára seg uttan blokk.

Koma til til valdið, kunnu vit vísa tað í verki. Klári tykkum so uttan blokk, og seti blokkin av til at gera teir tunlar kring landið, sum mangla, segði hann

Fleiri politisk umboð fyri Tjóðveldi vísti á, at tað er lagt í eina fasta legu, at tá ið Dalstunnilin er gjørdur, verður farið undir Fámjinstunnilin.

Og tey vístu eisini á, at í roynd og veru hevur eingin tosað um tunnil til Fámjins, fyrr enn nú. Tunnilin er settur á skrá, so fámjiningar skulu ikki stúra fyri tunlinum, royndu tey at sissa fámjiningar.