Tað er í stríð við endamálið at leggja fleiri byrðar á ALS

Landsstýrið vil nú hava ALS at fíggja bæði eftirlønargrunn og barns burðargrunn. Ein slík ætlan er heilt í stríð við málsetningin hjá ALS, sum heldur vil sleppa at seta inngjaldið niður, sigur Karin Kjølbro, formaður í stýrinum fyri ALS

?Tað er heilt í stríð við ætlanina hjá ALS.

Tað sigur Karin Kjølbro, stýrisformaður í ALS um ætlanirnar hjá Landsstýrinum at fáa Arbeiðsloysisskipanina at fíggja bæði ein barnsburðargrunn og ein eftirlønargrunn.

Mánadagin høvdu umboð fyri landsstýrið fund við stýrið fyri ALS um møguleikan at fáa ALS at fíggja barsnburðargrunnin og eftirlønarskipanina. Sambært Dagbaðnum varð harumframt eisini tosað um at fáa ALS at stytta tíðina, sum fólk kundi vera í skipanini.

Karin Krølbro, formaður í ALS stýrinum hevur ikki beinleiðis viðmerkingar til fundin. Men hon sigur, at tað er ikki Dagblaðið, sum setir dagsskránna fyri fundir ímillum ALS og Landsstýrið. Og hon sigur eisini, at hon fær ikki gjørt viðmerkingar til tað, sum fór fram á fundinum, fyrrenn ALS formliga hevur fingið at vita frá Landsstýrinum, hvør ætlanin er.


Í stríð við málsetningin hjá ALS

Men tú hevur fyrr sagt, at endamálið hjá ALS er at styrkja skipanina so nógv fíggjarliga, at hon skal verða før fyri at taka eitt líknandi skrædl á seg, sum tað fyrst í nítiáriunum- uttan at taka lán.

Hvussu samsvarar tað við eina møguliga ætlan um at leggja fleiri byrðar á ALS?

?Tann málsetningurin stendur framvegis við. Tí er tað púra greitt, at verða fleiri byrðar lagdar á ALS, er tað heilt í stríð við endamálið hjá skipanini.

Karin Kjølbro sigur, at nettupp við at styrkja ALS fíggjarliga, skuldi skipanin blíva sjálvfíggjandi.

? Bleiv eitt líka stórt skrædl aftur, líka sum tað, ið tók beinini undan okkum fyrst í nítiáurum, skuldi ALS sostatt kunna svara sínar skyldur, uttan at tað skuldi vera neyðugt at taka lán.


Ætla at lækka gjaldið

Karin Kjølbro sigur, at verður skipanin styrkt fíggjarliga, kann hon klára seg við avkastinum, sum grunnurin gevur, saman við einum ógvuliga lágum inngjaldi.

? Inngjaldið kann so verða eitt amboð til at stýra inntøkunum við at seta yað upp ella niður, alt eftir, hvussu tíðirnar eru.

?Vit hava aldrin hugsað okkum, at ALS skuldi halda fram við so høgum inngjaldi sum vit hava havt og sum vit hava nú.

Stýrisformaðurin sigur, at so hvørt, sum ALS verður styrkt, ber ta til at lækka inngjaldið.

? Og so hvørt sum inngjaldið lækkar, skuldi tað givið arbeiðsmarknaðinum og landssýrinum rúmd fyri at brúkt meiri pening til ymisk sosial endamál.

Karin Kjølbro sigur, at ALS hevur longu lækkað- inngjaldið úr 2,75% fyri arbeiðsgevarar og 2,75% fyri løntakarar, niður í 2% fyri hvønn partin.

Sostatt er 1,5% longu tókt, sum kundu verðið brúkt til ymisk endamál.

Hon sigur, at tað var nettupp fyri at vera ábyrgdarfull, at tey í ALS hava lagt hesa linjuna.

? Men verða fleiri byrðar nú lagdar á ALS, og tíðirnar aftur fara at versna, er tað so skjótt, at skipanin aftur kemur í somu støðu, sum hon var í fyri nøkrum árum síðani, at hon ikki klárar sínar skyldur, men noyðist at læna pening fyri at kunna fíggja útgjaldini.


Ørkymlandi

Annars heldur Karin Kjølbro, at tað eru rættiliga ørkymlandi ábendingar, sum ALS fær frá politikarum.

?Tá ið ringast stóð til, mátti ALS læna 70 milliónir frá samhaldsfasta fyri at klára sínar skyldur.

? Tað eru ikki tvey ár sí-ani, at vit vit komu til ta niðurstøðu, at nú var tíðin komin til at betala skuldina aftur.

?Hetta fall ikki í góða jørð. M.a. skuldsetti Landsstýrið okkum fyri ábyrgdarloysi, tí hildið var, at ALS skuldi heldur roynt at havt peningin tøkan, um tíðirnar skuldu versna aftur.

? Men vit hava nú goldið okkara skuld.

? Og, nú, ikki tvey ár aftaná, kemur tann beint øvugti boðskapinum, nevniliga, at vit skulu kanna møguleikarnar at leggja enn fleiri byrðar á ALS, sigur stýrisformaðurin.

Hon minnir at enda á, at tað er alt avgerandi at hava fyri eyga, at tað eru altso partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum eiga ALS.

?Tá ið arbeiðsloysið tók at veksa í stórum, fingu partarnir á arbeiðsmarknaðinum hart og týðiliga at vita, bæði frá politikarum og ymsum ráðgevandi nevndum, at hetta var ein trupulleiki, sum teir áttu at loysa.

?Og partarnir á arbeiðsmarknaðinum loystu trupulleikan.

? Tí kann eg ómøgulig hugsa mær, at landsstýrið nú fer at taka stig mótvegis ALS, uttan at tað aftur er í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Karin Kjølbro sigur, at verða broytingar nú gjørdar, uttan at tað er í samráð við partarnar á arbeiðskarmkaðinum, hevur hon í løtuni mest hug at kalla tað ognartøku.