Matvøruhandlar koyra eina rúgvu av mati vekk hvønn dag, og tað kann kanska vera trupult at skilja, hví so er. Men tað er ein orsøk til tað, og tað er, at heilsan kemur í fremstu røð.
Tað eru greið krøv um, hvørjar matvørur skulu í skrell, tá tær ikki kunnu seljast longur.
Matvørur merktar við "seinasti nýtsludagur" kunnu ikki latast nøkrum eftir seinasta nýtsludag.
- Hetta er tí, at talan er um serliga viðbreknar matvørur, sum spillast skjótt, og vandi kann vera fyri, at fólk gerast sjúk, sigur Malan Nicolinudóttir Mikkelsen frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
- Handlar og heilsølur, sum hava áhuga í at lata hesar matvørur, og tey fólk/felagsskapir, sum ynskja at lata hesar matvørur víðari, eru vælkomin at seta seg í samband við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sigur hon.
- Vit eru í gongd við eitt kanningararbeiði í mun til haldføri og merking av matvørum. Ætlanin er at gera greiðar mannagongdir, hvussu handlarnir skulu merkja vørurnar, sigur hon.
Krøv til at lata matvørur
Ein hópur av matvørum kunnu latast til vælgerandi endamál, um arbeiðsgevarin ynskir tað. Um tær so vera tað, er ein heilt annar spurningur. Men talan er í øllum førum um ikki-datomerktar matvørur sum eitt nú heil frukt og grønmeti, umframt matvørur merktar við “heldur sær í minsta lagi til”.
Hesar matvørur kunna latast úr handlum, um:
- handilin tekur ábyrgd av, at matvøran er í lagi, soleiðis at fólk ikki verða sjúk.
- farið verður um matvøruna, sum merkt er á pakninginum, t.d. kølivøra á køl (5°C) og frostvøra á frosti (-18°C).
- matvøran er vard móti dálking.
- tann, sum innsavnar og letur víðari, handfer matvørurnar, so matvørutrygdin er í lagi.
##med2##
Breyð og bakstur
Ein rúgva av breyði, kakum og øðrum bakstri verður koyrt í skrell hvønn dag, tá teir ymsu matvøruhandlarnir lukka. Fleiri, sum hava arbeitt í matvøruhandli, hava undrast á, hví tey hava sum uppgávu at koyra hesar matvørurnar burtur. Men hetta skulu tey, tí tað er krav frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
- Breyð er ein turrvøra og spillist ikki skjótt. Um vøran er ber, tað vil siga ikki innpakkað og kann vera útsett fyri dálking, skal hon beinast burtur. Men er ein turrvøra innpakkað og vard móti dálking, so er tað ikki krav frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, at hendan skal beinast burtur dagliga. Rómakøkur eru viðbreknar vørur og spillast skjótt. Um hesar ikki eru goymdar rætt, skulu tær beinast burtur, sigur Malan Nicolinudóttir Mikkelsen, deilarleiðari í matdeildini.
Tað breyðið, sum ikki hevur ligið alment frammi, nýtist ikki at fara í skrell. Men tað fer tað ofta allíkavæl, og tað má vera í sambandi við ein góðskuspurning hja handlunum.
- Vit mangla hatta kjakið. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur áður lagt upp til, hvussu hetta skal skipast í handlum, men vit mangla at vita, hvar maturin fer, tá hann er ov gamal, sigur Malan Nicolinudóttir Mikkelsen.