Tað er stórur dramatikkur í Fuglafirði

Millum 8-mannaførini var endaspurturin spennandi og dramatiskur, áðrenn tað var greitt, at vágbingar høvdu kneykað argjamonnum

Tað er so spennandi í kappróðrinum í Fugalfirði í dag, sum tað sjáldan er at síggja.

Í flestu kappingum er tað ikki fyrr enn í síðstu tøkunum, at vinnarin verður funnin.

Soleiðis var tað eisini, tá ið 8-mannaførini kappaðust.

Argjabáturin legði bragdliga fyri, og argjamenn róðu so sannførandi, at tað sá út til at verða stór avbjóðing at vinna.

Men Tofta Regin loftaði sær. Tað var skjótt, at munurin minkaði, í eina fitta løtu var stavn um stavn, og í endaspurtinum vóru tað enn einaferð vágbingar, ið vóru teir drúgvaðu.

Fjarstøðan millum teir báðar fremstu var ongantíð størri, enn at hon kundi takast aftur í einum taki.

Tað eydnaðist kortini ikki. Vágbingar umborð á Tofta Regini vóru sannførandi í síðstu tøkunum. Teir fóru fyrstir um málið, og harvið eru vágbingar favorittar at vinna FM heitið í kappingini millum 8-mannaførini.

 

8-mannafør

1 Tofta Regin 04.43.12

2 Argjabáturin 04.43.42

3 Gullbrandur 04.50.41

4 Knørrur 04.58.36

5 Árnfirðingur 05.02.15

 

FM støðan

1 Tofta Regin 27

2 Argjabáturin 25

3 Árnfirðingur 18

4 Knørrur 16

5 Gullbrandur 5