Fløggini eru vundin í húnarhátt á Tvøroyri í morgun. Tað er 13. mai í dag, og tað er stovningardagurin hjá elsta fótbóltsfelagnum í landinum.
Tvøroyrar Bóltfelag, ella TB, sum tað verður nevnt, varð stovnað 13. mai í 1892. Harvið er tað í dag 125 ára føðingardagur á Tvøroyri.
Dagurin verður hildin nú fyrrapartin, tá ið tað frá klokkan 10 er morgunmatur á Seglloftinum, har øll eru vælkomin.
Onkur røða verður hildin, og Einar Larsen fer at greiða frá sínum langa lívi í og saman við TB – bæði sum spælari og nevndarlimur.










