Tað er stórt trýst á dønum

Við sigri á Ungarn hevur Tjekkia økt um trýstið á Danmark undan uppgerðini ímóti Spania

Klokkan 19.30 fara danir at spæla síðsta dystin í innleiðandi umfarinum í EM endaspælinum í hondbólti.

Mótstøðuliðið er Spania, og tað er stórt trýst á Danmark. Fyrr í kvøld vann Tjekkia 33-27 ímóti Ungarn. Harvið er Ungarn varpað úr kappingini, og tað ber aftur við sær, at danski sigurin ímóti ungverjum ikki telur við í miðumfarinum.

 

Spurningurin er nú, um Spania, Tjekkia og Danmark skulu halda fram í kappingini við tveimum stigum í part, ella um Spania skal halda fram við fýra stigum, Tjekkia við tveimum stigum og Danmark við ongum stigi. Tað er treytað av úrslitinum millum Danmark og Spania.

 

Um tað ikki eydnast Danmark at vinna ímóti Spania, so verða møguleikarnir mettir at vera rættiliga lítlir hjá dønum at vinna seg í hálvfinaluna. Hetta hóast Danmark einki stig hevði við í millumspæli, tá ið Danmark í 2008 endaði við at vinna EM kappingina.