Tað er stórt stríð í Finsen

Meistararnir trý tey seinastu árini fara seinnapartin at stríðast um 2018 meistaraheitið í talvi

Tað er dymbildagavika og skírisdagur. Stillavika verður tað eisini nevnt.

Í skálanum í Finsen í Havn verður nú klokkan 14 farið undir avgerandi talvið í kappingini um FM fyri einstaklingar.

Rógvi Egilstoft Nielsen og Helgi Dam Ziska sita yvir av hvørjum øðrum. Teir eru javnir í stigum, og um tað eydnast øðrum teirra at vinna innanhýsis uppgerðina, so verður tað mest sum avgjørt, at vinnarin í morgin fer at fáa handað FM steypið.

Talan er um teir báðar bestu føroysku telvararnar. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska vann FM í fjør, og hann var eisini meistari í 2008 og 2011. Rógvi Egilstoft Nielsen vann FM í 2012, 2014 og aftur í 2015.

Styrkistalið hjá Helga Dam Ziska er 2552, og hjá Rógva Egilstoft Nielsen er tað 2333. Í dag hevur Rógvi hvíta fólkið.

 

Fyrstu leikirnir verða fluttir klokkan 14, og tað er møguleiki hjá øllum at støkka inn á gólvið og fylgja við í hesum og øllum hinum talvunum:

 

Landsliðsbólkurin

Rógvi Egilstoft Nielsen - Helgi Dam Ziska
Carl Eli Samuelsen - Ólavur Simonsen
Rani Nolsøe - Sjúrður Thorsteinsson
Rógvi Mortensen - Hans Kristian Simonsen

 

Støðan eftir fimm umfør:
1-2. Rógvi Egilstoft Nielsen & Helgi Dam Ziska 4 stig
3-4. Sjúrður Thorsteinsson & Carl Eli Samuelsen 3 stig
5-8. Rani Nolsøe, Rógvi Mortensen, Hans Kristian Simonsen, Ólavur Simonsen 1½ stig

 

Fyrsti bólkur

Heiðrikur T. Jacobsen – Janus Skaale

Sigurd B. Justinussen – Ingi Wiberg

Margar M. Berg – Jóannes V. Hansen

Andrias Ziska – Herluf Hansen

 

Støðan eftir fimm umfør:

1-2. Janus Skaale og Herluf Hansen 3 ½ stig

3-4. Margar M. Berg og Heiðrikur T. Jacobsen 3 stig

5-7. Ingi Wiberg, Jóannes V. Hansen og Andrias Ziska 2 stig

8   . Sigurd B. Justinussen 1 stig

 

Unglingabólkurin:

Benjamin Reinert Fjallheim – Luitjen Akselsson Apol

Suni í Horni Nielsen – Josef Berg Joensen

Rógvi Mørkøre – Markus Jacobsen

Elias Petersen – Luca Eyðun Staksberg

Flóvin M. Tummasarson – Leon Kristian Dam

Janus Ferjá Foged – Annfinn Elias Brianson

Teitur Jonsson – Óli Mikkelsen

 

Støðan eftir fimm umfør

1.    Luitjen Akselsson Apol 4 ½ stig

2.    Benjamin Reinert Fjallheim 4 stig

3-4. Suni í Horni Nielsen og Rógvi Mørkøre 3 ½ stig

5-7. Elias Petersen, Markus Jacobsen og Josef Berg Joensen 3 stig

8-9. Flóvin M. Tummasarson og Luca Eyðun Staksberg 2 stig

10-13. Annfinn Elias Brianson, Teitur Jonsson, Óli Mikkelsen og Janus Ferjá Foged 1 ½ stig

14.   Leon Kristian Dam 1 stig

 

Almenni bólkurin:

Jón Mikkelsen – Leif Reinert Fjallheim

Jógvan Martin Joensen – Kaj Olsen

Brandur Højgaard – Jon S. Andreasen

Jon í Horni Nielsen – Johan E. Hansen

Jaspur T. Gaard – Jógvan Næs

Ragnar Christiansen – Bárður Johannesen

Ingolf Debes – Brandur H. Funningsstovu

Gunnar Joensen – fríumfar

 

Støðan eftir fimm umfør

1.      Jón Mikkelsen 4 stig

2-3. Leif Reinert Fjallheim og Jógvan Martin Joensen 3 ½ stig

4-8. Johan E. Hansen, Jon í Horni Nielsen, Jon S. Andreasen, Brandur Højgaard og Kaj Olsen 3 stig

9.     Jaspur T. Gaard 2 ½ stig

10-14. Ingolf Debes, Ragnar Christiansen, Bárður Johannesen, Jógvan Næs og Gunnar Joensen 2 stig

15. Brandur H. Í Funningsstovu 1 stig