Tað eru ikki tær ljósu tíðir, sum standa fyri stavn, men tað tykist ikki at órógva meirilutan á løgtingi.
Men broytingar hómast, hvat teir ymisku flokkarnir standa fyri politiskt. Tað var eitt álvarsligt stig, sum samgongan, sum var ímillum Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin tók við Finnboga Ísakson umsitandi fíggjarmál, avgerðir, sum førdu til stovnsetan av fiskavirking. Henda avgerð kom at kosta Javnaðarflokkinum 5 løgtingslimir. Men seinni hevur henda avgerð víst seg at vera røtt. Hvussu hevði verið her á landi, um avgerðin ikki varð tikin?
Fiskavirking er í dag eitt gott arbeiðspláss. Fólkaflokkurin tók ikki undir við tí og tók seg úr samgonguni. Vit eru í einari líknandi støðu í dag. Vinnan hevur stuðul fyri neyðini, um alivinna og fyri tað rækjuvinnan ikki fáa hjálp, verður stórt arbeiðsloysi í landinum, eitt arbeiðsloysi, sum ALS-skipanin fær ilt við at greiða. Fólkaflokkurin, sum fór úr einari samgongu orsakað av fiskavirking, teir siga nú skilagott, at vinnan skal stuðlast. Tað eru Guds børn sum batna. Javnaðarflokkurin sigst vera ímóti stuðli, hvat er orsøkin, er tað eitt høgrarák, sum hevur yvirtikið flokkin? Vónandi ikki.
Kristina Háfoss, tinglimur, hevur veruliga sett sær fyri at forða fyri at vinnan skal stuðlast ? hevur henda kvinnan veruliga hóming av avleiðingunum. Hon hevur lisið ella studerað, tað er lætt at lesa um hvussu tað skal vera, veruleikin er ein heilt annar, hvør tekur ábyrgdina, tá ið fleiri tímalønt verða arbeiðsleys og samfelagið missir marknað. Er hetta støða Tjóðveldisfloksins? Kristina Háfoss veit helst ikki, hvat tað er at hava skiftandi tímalønt arbeiði við lítlari inntøku. Hon hevur lisið. Tjóðveldisflokkurin er farin frá at vera ein fiskimanna- og arbeiðaraflokkur, til at vera ein høgrastýrdur akademiskur flokkur. Harmiligt. Sjálvandi skal Tjóðveldisflokkurin vera í samgongu. »Tann Tjóðveldisflokkur, sum eg var limur í«, so sigur Finnbogi Ísakson, so kann ein meta um hvat hann hugsar um. Í tjóðveldisblaðnum 14. September skrivaði Ólavur Michelsen, sáli, sum var blaðstjóri: Tey ungu skuldu ikki fingið loyvi at lisið framhaldandi, uttan at tey fyrst høvdu verið tøk í fiskivinnuni, ein form fyri verndarskyldu, soleiðis at tey skulu kenna grundarlagið undir samfelagi okkara.
Tað hevði verið gott, um Tjóðveldisflokkurin tók hetta til eftirtektar. Í dag er bert ein tingmaður í flokkinum við hesi grundseting.
Miðflokkurin er eisini farin til høgru. Teir siga eisini nei til at stuðla vinnulívinum. Teir hava fingið NATO í rangastrúpan.
Frá 1963 til 1985 avsetti Tvøroyrar Býráð 2% av skattainntøkuni beinleiðis á bundna konto í Sjóvinnubankanum til vinnulig endamál. Henda avseting gjørdi, at vit kundu stuðla við 250.000 kr. til eitt línuskip og 150.000 kr. til ein trolara, partapeningurin í Tvøroyrar Flakavirki varð goldin kontant, somuleiðis í Suðring og ikki at gloyma Rankan, sum kostaði 10 mill. meira enn upprunaliga ætlað.
Nevndin í Rankanum var Dánial av Rana, sum var formaður, Hermund Michelsen og Sverre Midjord. Vit høvdu peningin og tóku trolaran. Hvønn týdning hesi tiltøk hava havt er eingin ivi um. Teir borgarligu tóku av hesa skipan í 1985.
Formaður Miðfloksins kennir væl til hetta og hvønn týdning tað hevur havt fyri Tvøroyri og samfelagið alt. Stuðul til vinnulívið er ein hjálp til sjálvhjálp. Landskassin eru vit øll.
Í Sosialinum 134, 18/7, hevur ein búskaparfrøðingur sínar metingar og er hann ímóti stuðli og sigur hann tað soleiðis:
Tað er so nógv sagt, at kreppan kann hava ræðandi avleiðingar fyri føroyska samfelagið. Í fjør vórðu íalt útgoldnar 160 mill. kr. í lønum í alivinnuni, tað er 2,7% av samlaðu lønarútgjaldingini í Føroyum. Latið okkum siga at helvt fer á heysin, tað vil siga 1,3%, tað er ikki nakað ræðandi tal.
Tað er tað kanska ikki á telduni hjá Jóannes Jacobsen, men alivinnan er meira enn arbeiðsløn. Um prosentini hjá Jóannes Jacobsen verða roknað um til arbeiðspláss í Tórshavn, so vildu nógv fulltíðarstørv verið jarðløgd í Tórshavn.
Um so verður, tá fara telduknapparnir hjá onkrum at gløða.










