Eirikur Lindenskov,
blaðstjóri
Hvørjaferð Sjúrður Skaale umrøður Sosialin, Jan Müller og meg sjálvan, so fær tað meg at hugsa:
Hvat bagir honum nú?
Er hann øvundsjúkur ella er hann óreinur?
Eg kenni Sjúrð. Býttur er hann ikki. Hann er gløggur, og hann er sera skemtiligur, tá tað lagið er á honum. Men hansara ævigu sannleikar um, hvussu øll onnur eiga at vera og eiga at uppføra seg, teimum eri eg og helst mong onnur við mær, farin at troyttast av.
Og fyri tað, um fólk ikki eru samd við honum um politiskar spurningar, so er ikki vist, at øll onnur eru býtt fyri tað.
Men tá Sjúrður Skaale skal fortelja okkum, hvussu vit skulu gera bløð, tá haldi eg, at hann tilleggur sær størri dugnaskap, enn hann hevur. Soleiðis kundu vit fyri tað sagt um so nógvar aðrar tjóðveldismenn, sum gjøgnum árini hava roynt at fingið bløð út, t. d. 14. September.
Javnaðarflokkinum verður kastað alt møguligt fyri, tí at flokkurin nú hevur »privatiserað« Sosialin. Hetta hevur flokkurin kunnað, tí at blaðið hevur verið væl rikið og hevur ment seg so nógv gjøgnum árini, at flokkurin nú er vorðin fleir-millióningur.
Men um tað ikki var fyri hesar breiðkjaftaðu tjóðveldismenninar o. a., so hevði bankabókin hjá Javnaðarflokkinum verið nógv tjúkkri tí so hevði flokkurin kunnað innkasserað útvið eina millión afturat.
Dømini um hetta eru fleiri. Men tað ferskasta er tó tað, sum Sjúrður Skaale hevur beinleiðis ávirkan á. Hann var ein av høvuðsmonnum aftan fyri fullveldiseksperimentið, Fregnir. Samstundis sum danskar vaskikonur guldu honum løn fyri at spinna fyri Høgna Hoydal og Tórbjørn Jacobsen á Christiansborg, so var hann oddaskribenturin á Fregnum.
Í mangar mátar var Fregnir eitt frískligt lot í føroyska blaðheiminum. Men fíggjarliga hekk tað ikki saman. Blaðið fór so logandi á heysin. Og hvør halda tit mátti gjalda fyri eksperimentini hjá Sjúrði Skaale o. fl.:? Mundu tjóðveldismenninir fara í egnar lummar?
Eg kann ímynda mær, at Tórbjørn Jacobsen hevur goldið sín ríviliga part av eksperimentinum, men eg veit, at Fregnamenninir sníktu seg undan rokningini á Prentmiðstøðini, sum Dimmalætting og Sosialurin eiga, upp á út við 200.000 kr!
Hetta hevur beinleiðis kostað Javnaðarflokkinum pengar, tí hesar pengar hevur partafelagið, sum Javnaðarflokkurin átti, mist. Pengar mistir av einum tjóðveldiseksperimenti hjá Sjúrði Skaale o. ø.
Men hetta er einki eindømi. Aðrir tjóðveldismenn hava fyrr gjørt tað sama. 14. September er ofta farin á heysin, og teir guldu heldur ikki sínar rokningar til Sosialin, sum prentaði blaðið fyri teir.
Soleiðis eru treytirnar. Tá man fer á heysin, so sleppur man undan at gjalda. Men tað merkir kortini, at tað eru onnur, sum skulu gjalda tilsvarandi meira.
At Sjúrður Skaale nú eisini skal fortelja Andras Róin og hinum á Føroya Tele, hvussu teirra økonomisku dispositiónir skulu gerast, tað man vera sum, tá eggið fór at læra hønuna...
Jóannes Eidesgaard og Javnaðarflokkurin, sum nú hava selt alt sítt blaðvirksemi, kunnu bara ergra seg um, at fólk sum Sjúrður Skaale o. o. eru orsøk til, at flokkurin hevur fingið fleiri hundratúsund krónur færri fyri Sosialin.
eirikur@sosialurin.fo