Um vit siga, at landskassin í ár hevur 150 mió. krónur í avlopi áðrenn avdráttir, so merkir tað, at landsstýrið kann velja ímillum at seta 150 mió. krónur á bók, ella at gjalda 150 mió. krónur í avdráttum. (Tað ber sjálvsagt eisini til at gera eina blanding av báðum).
Avlopið áðrenn avdráttir kann ikki brúkast til nakað annað enn at gjalda avdráttir við, tí annars er tað ikki avlop.
Vendu risa avlopi til hall
Árini frá miðskeiðis í 90-unum til 2001, hevði landskassin stórt avlop hvørt einasta ár, og úrslitið var, at almenna skuldin minkaði, og uppsparingin vaks. Tað sigur seg sjálvt.
Men í 2002, meðan menn søgdu seg sita tungt á landskassanum, minkaði avlopið við ikki minni enn 500 mió. krónum eftir einum ári, og tí blivu 500 mió. minni at seta á bók ella at gjalda skuld við. Ein orsøk til hesa ógvusligu broyting, var blokkniðurskurðurin. Í 2003 var avlopið minni enn avdráttirnir, og tí mátti meginparturin av tí sum skuldi gjaldast í avdráttum takast av uppsparingini. Tá skundaði táverandi landsstýri sær at pakka saman, stutt fyri ársskiftið, fyri at eingin skuldi kunna siga, at teir høvdu vent einum risa avlopi til undirskot.
Í 2004 kom undirskotið. Tá minkaði á bókini longu áðrenn nøkur króna var goldin fyri avdráttir. Undirskotið mátti tí gjaldast við pengum, sum blivu tiknir av uppsparingini, og alt sum skuldi gjaldast fyri skuld, mátti eisini takast av somu uppsparing. Sjálvsagt minkaði uppsparingin nógv av hesum.
Soleiðis vóru eisini tey fylgjandi árini. Einasta undantakið vóru pengarnir, sum landskassin fekk fyri Føroya Banka, men teir koma sum kunnugt ikki fleiri ferðir.
Aftur avlop
Nú hava vit aftur fingið eitt lítið avlop (einar 150 mió. krónur), men hvat er tað at tosa um í eini tíð, tá øll hava arbeiði og forbrúksfestin koyrir í hægsta giri?
Men onkur man halda, at væl stendur til, tí uppskot flúgva nú inn á tingborð um undirsjóvartunlar og flogvøllir, samstundis sum Hagstovan veir at siga, at lønútgjaldingarnar eru farnar at minka, og fiskiskapurin er lakari enn hann hevur verið í langa tíð. Og summir eru aftur farnir at tosa um loysing longu í komandi valskeiði.
So kunnu vit bara ímynda okkum, hvat tað merkir fyri almennu uppsparingina og almennu skuldina, um inntøkan frá statinum minkar við einari milliard, samstundis sum vit arbeiða við fleiri risaprojektum og fiskiskapurin minkar. Og alt hetta skal gjaldast úr einum landskassa, sum bara hevur 150 mió. krónur í avlopi.