? Summi fólk eru av teirri fatan, at alt tað, tey siga og halda, skulu onnur eisini gera. Hesi fólk eru trupul at fáast við, og fara mangan at standa einsamøll, tí tey virða ikki onnur, sum tískil venda teimum bakið.
Hetta er í grundini tað, Høvuðsprestabønin í 17. kapitli í Jóhannesar Evangeliinum handlar um, sigur Emil Olsen, prestur í Eiðis prestagjaldi, sum seinasta sunnudag prædikaði í Norðskála Kirkju um júst hendan tekstin.
Emil Olsen tosaði í prædiku síni um einleika. Tað at vera eitt í Kristusi, sum tó ikki er tað sama sum, at øll skulu vera eins, sum hann tók til.
Tað er alt ov vanligt, at tað eru fólk, sum halda, at fyri at kunna vera eitt, tað verið seg í trúarlívi ella í politikki, so skulu øll hava somu meining og ganga undir sama oki. Tað er ikki lukkuligt at víkja frá, tí so halda tey, at tú hevur sett teg sjálvan uttan fyri felagsskapin og ert æviga glataður beinanveg, vísir Emil Olsen á.
? Men hetta er so púra skeivt og bert eitt dømi um tað øvugta, heldur hann. Tí tá eru tað júst hesi altvitandi fólkini, sum seta hini uttan fyri felagsskapin.
- Halda tey, tí tey vita ofta ikki, at tað heldur verða tey sjálv, sum detta burtur ímillum. Tí veruleikin verður mangan tann, at tey standa einsamøll við sínum góðu meiningum, meðan øll hini, sum tey ikki vilja hava nakað at gera við, helst eisini hava rætt og eru saman, sigur eiðisprestur.
Ymisk í einleika
? Tað, at Jesus í Høvuðsprestabønini tosar um einleika og biður fyri teimum, sum í framtíðini skulu boða orð hansara, eiga vit á ongan hátt at leggja út sum, at hann vil, at øll fólk skulu vera eins, sigur Emil Olsen. Tí hann visti væl, og vit eiga eisini at vita, at øll fólk eru fødd ymisk og hava ymsar mátar at vera uppá.
Hóast vit hava eina felags søk at arbeiða fyri, eiga vit at kunna liva við, at vit ikki øll hava somu meining um, hvussu vit náa hesum málinum. Vit mugu kunna viðganga, at onnur hava aðrar vegir at ganga til sama mál, enn vit hava.
So skulu vit tosa okkum til rættis og samstarva um at náa hesum málinum. Hvørt við sínum amboði og sínari meining, sigur Emil Olsen.
Hann vísir á, at tað mangan innan trúarlívið hevur víst seg, at klandur hevur staðist av, at fólk hava havt ymsar útleggingar av sama teksti. Tað er mangan endað við sliti og spjaðing, og at tað hava sprottið bæði nýggjar samkomur og sektir burtur úr hesum.
? Tað er mangan orsakað av, at summi fólk skulu vera so trúgv móti bókstavinum í bókini, at tey ikki skilja orðini, vísir eiðisprestur á.
Hann tekur sum dømi um, hvussu ymsar uppfatanir kunnu vera, at til dømis løgfrøðingar kunnu leggja sama lógartekst út á ymsan hátt og fáa heilt hvør sína niðurstøðu burturúr.
Náa sama máli
Soleiðis eigur tað eisini at kunna vera, ella í hvussu er næstan vera, sigur Emil Olsen, tá vit tosa um trúarlív.
- Sjálvandi eiga vit at halda okkum til og skilja boðskapin, boðaður verður. Men tað er ikki altíð tað sama sum, at tað skal leggjast út so heilt bókstaviliga, sum tað er skrivað. Tí vit eiga at minnast til, at skriftirnar, vit í dag hava, hava verið gjøgnum nógvar mannahendur, áðrenn vit, sum nú eru til, hava fingið tær.
? Tað er boðskapin í teimum, sum alt ræður um, og tað er hann, vit eiga at skilja, og honum vit skulu liva eftir, vísir Emil Olsen, prestur á.
Men hann staðfestir tó, at hóast vit eiga at vera »tolerant«, eiga vit kortini ikki at góðtaka alt, sum sagt og gjørt verður. Vit eiga at tala at, tá tað er neyðugt, hóast vit ikki alla somlu tíðina sita við fremstafingri á lofti og halda, at alt, sum onnur gera, er skeivt.
Vit sleppa ikki undan ymsum støðutakanum, og her koma vit aftur til einleika, hóast vit ikki skulu vera eins.
Her verður neyðugt at velja, um vit skulu fylgja fjøldini treytaleyst, ella vit skulu taka eina støðu og standa við hana.
Tá vit gera tað, eiga vit samstundis at hava í huga, at vit kunnu koma at standa einsamøll. Halda vit, at tað vit gera, er rætt, tola vit eisini at standa einsamøll við tí. Men vit eiga at vita, at hini, sum hildu nakað annað, eisini kunnu hava havt rætt, og at vit øll, hvør eftir síni rutu, at enda náa sama málinum, sum øll hava ferðast fram ímóti.
Smáu ringast
Emil Olsen vísir á, at tað tykist, sum at tey smáu samfeløgini eru tey ringastu í sundurlyndinum.
?Taka vit tær stóru kirkjurnar til dømis, sigur Emil Olsen, vísir tað seg, at tær hava nógv at tosa saman um og samstarva um. Hann nevnir eitt nú katólsku kirkjuna, protestantisku og anglikansku kirkjurnar, sum allar eru ójavnar á máli í sínum trúarjáttanum. Men tær játta kortini somu trúgv á sama Harra. Og tað er tað, sum umræður, tá alt kemur til alt, sigur Emil Olsen.
Tað er nógv minni fordøming millum størru kirkjurnar, enn tað er milum smáu trúarsamfeløgini, sum stinga seg upp ymsastaðni, sigur hann.
Og tað er í grundini heldur ikki so øgiliga løgið, tí hesi smáu samfeløgini eru ofta vorðin til av júst ósemjum. Tey verða myndað av fólki, sum ofta er farið úr eini stórari samkomu, tí tey kundu ikki ganga undir ta ella ta útleggingina og vildu hava rætt til at koma við síni egnu skriftútlegging í síni egnu samkomu.
Tað hava tey so loyvi til, og fáa vanliga eisini frið til tess frá teimum, tey fóru frá. Men øgiliga ofta síggja vit, at somu fólk ikki virða, at øll hini hava eina meining ella trúgv, sum eisini kann vera røtt.
? Tá er tað, sigur Emil Olsen, at bókstavurin kemur fram um skriftina, og útleggingin tekur meiningina frá boðskapinum.