Tað er skakandi at skriva

- Eg dugi ikki at siga, hvør tilburður hevur verið tann mest skakandi. Kanska tann um ...., nei, eg veit ikki rættiliga, eg kann líkasum ikki taka nakran burturúr. Felags fyri teir allar er, at hesi fólkini hava verið úti fyri álvarsomum hendingum, sum hava merkt tey fyri lívið, sigur rithøvundurin, John Myllhamar í Sandavági. Í hesum døgum kom fimta bókin í væl umtóktu røðini “Skakandi tilburðir” út.

Sandavágur: - Tað hevur verið sera áhugavert at tosa við øll hesi menniskjuni, sigur 61 ára gamli John, sum er ættaður úr Skálavík.
Hann hevur fingið tann ótrúliga møguleikan at tosa við fólk, sum á einhvønn hátt hava verið úti fyri skakandi tilburðum á sjógvi, á landi og í luftini.
Fyri hann hevur hetta verið eitt sera gevandi og læruríkt arbeiði, tí tey hava livað seg inn aftur í tilburðin. Hesar frásagnir hava ført til aðrar spurningar, um tað var av tilvild; ella um ein hægri hond var við, tá ið ein neyðstøða ella álvarsamur tilburður, sum átti at enda við eini vanlukku, kortini endaði væl.
- Fólk hava verið sera beinasom og opin. Men so vil eg eisini siga, at alt er ikki tikið við sum tey hava sagt, tí okkurt er sagt í trúnaði, og her havi eg sjálvandi havt tagnarskyldu.
- Hinvegin so prógva frásagnirnar, at tað hevur mangan staðið illa til hjá fólki, og tí kunnu koma svárar kenslur fram, meðan tey siga frá. Jú, ein verður sjálvur rørdur av slíkum frásagnum, sigur John Myllhamar. - Tær hava allar gjørt stórt inntrykk á meg, serliga tá ið fólk siga frá hendingum, sum tey kanska hava hildið loyniligar í mong, mong ár.

Nervøsur
Tað eru liðin meiri enn fimm ár, síðani vinmaður hansara í Miðvági, Sjúrður Poulsen spurdi, um hann vildi skriva eina bók fyri forlagið “Føroya Met”.
Evnið skuldi vera frásagnir um álvarsamar hendingar, sum landsmenn okkara høvdu havt á sjógvi og landi. Hann visti sjálvur um nógvar tilburðir, ið kundu verið hóskandi til eina slíka bók.
- Áheitanin var greið: Um eg vildi gera samrøðurnar og festa tær á blað, so skuldi hann samskipa alt og leggja útgávuna til rættis.
- Tja, eg segði so ja, og soleiðis kom tann fyrsta bókina út í hesi røðini, greiðir John Myllhamar frá.
Hann var tó fult greiður um, at hetta var ikki ein hvør-sum-helst-uppgáva, ið hann hevði átikið sær. Hetta var eitt arbeiði, ið kravdi innlit, eyðmýkt og virðing fyri fólkunum, ið nú fingu høvið at siga sína skakandi søgu.
Nógv fólk hava verið úti fyri ymiskum, sum tey ikki hava sagt øðrum frá tí hetta tóktist teimum ov persónligt. Tey hava tí goymt hetta sum nakað, ið tey kanska vildu hava fyri seg sjálvi.
- Jú, eg var eitt sindur nervøsur við at fara út til onkran teirra, tí eg kendi tey jú ikki. Eg upplivdi kortini, at eingin teirra segði nei til at práta við meg.
- Men so vil eg eisini siga, at fólk hava kent ein lætta, tá tey hava greitt mær frá teirra skakandi tilburði, vísir John á.

Á sjógvi og landi
Tað krevur sín mann at skula sita saman við fólki, sum hava verið úti fyri skakandi tilburðum.
Felags fyri allar frásagnirnar er, at tær skulu vera álvarsamar, men skulu kortini enda væl. Og her stendur tað í roynd og veru upp til evnini hjá tí einstaka frásøgufólkinum at siga frá.
- Eg haldi sjálvur, at innihaldið er rættiliga fjølbroytt, hóast flestu frásagnirnar ganga fyri seg á sjónum. Hetta er sjálvandi ikki uttan orsøk, tí vit jú eru so bundin at havinum.
- Men tann sum lesur bøkurnar sær, at fleiri aðrir skakandi tilburðir hava eisini verið í bjørgunum, í ferðsluvanlukkum, við sjórænarum, í hertænastu og mongum øðrum av lívsins viðurskiftum, sigur John. Og hann leggur aftrat:
- Um allar hesar hendingarnar ikki vórðu skrivaðar niður, var stórur vandi fyri at tær fóru í gloymskuna. Nú eru fleiri teirra savnaðar saman í hesi bókarøðini.

Ikki reyp
Í hesum døgum er fimta bókin í røðini komin út. Og nú ið John lítur aftur um bak, kann hann staðfesta, at bøkurnar innihalda samrøður við eini 80 fólk íalt.
Hóast eingin teirra beinleiðis hevur sagt nei, tá tey vórðu spurd, hevur onkur einstakur sagt, at hann ikki helt seg til at luttaka í eini slíkari samrøðu.
- Fleiri hava verið eitt sindur afturhaldandi við at siga sína søgu, tí tey kanska hava hildið, at hetta uppfatast sum reyp frá teirra síðu.
- Men støðan var jú hon, at tað vóru vit sum settu okkum í samband við, og ikki øvugt. Og fyri at vissa okkum um at alt var rætt endurgivið, hava vit sent handritið aftur til fólkini at lesa, áðrenn tað varð prentað í bókini, greiðir John frá.
Áhugin fyri bókunum var stórur, og henda fyrsta bókin lá undir mongum jólatrøum í 2006. Samstundis fingu teir báðir, John og Sjúrður at vita um fleiri onnur, sum høvdu eina áhugaverda søgu eftir sama leisti, sum í hesi fyrstu bókini.
- Vit fóru so í góðum treysti at gera ta næstu bókina. Og nú hava savna vit tilfar inn til bók nr. 6, sum kemur út næsta ár.





Skakandi
Longu frá fyrsta degi, tá henda verkætlanin fór av bakkastokki í 2006, var spurningurin tikin fram, hvat heitið bókin skuldi hava.
Báðir høvdu teir síni uppskot til heiti: Skakandi hendingar; skelkandi tilburðir; skelkandi hendingar, ella kanska okkurt heilt fjórða.
- Vit komu tó ásamt um, at mest hóskandi heitið til bókina var “Skakandi tilburðir”, greiðir John Myllhamar frá.
Lítið vistu teir tá, at hetta bert varð byrjanin til eina røð, sum fyribils fevnir um fimm bøkur.
Og tilfar er altso longu nú fingið til vega til 6. bókina.



Standmynd av Mikkjali
Líkt er til, at teir báðir John Myllhamar og Sjúrður Poulsen hava tikið upp ein tátt, sum hevur verið sera væl dámdur av fólki.
Væl hevur gingið at selja undanfarnu bøkurnar, og tað frøast teir báðir um. Innkomni peningurin fer ikki til teir sjálvar, tí endamálið er at savna pening inn til eina standmynd av mæta skaldinum, Mikkjal á Ryggi.
Arbeiðið við hesi er komið so mikið langt, at listamaðurin, Hans Pauli Olsen er í ferð við at evna hana til. Ætlanin er, at hon skal avdúkast á Vestanstevnu 2011 sum verður hildin í Miðvági.
- Vit hava sæð standmyndina, og hon líkist honum ótrúliga nógv, sigur John Myllhamar við einum brosi.

Virkin
John Myllhamar (1949) hevur týtt fleiri bøkur, skrivað tvær lestrabøkur, hevur skrivað og umsett ein hóp av sálmum og sangum, og hevur nú skrivað hesar fimm bøkurnar í røðini við skakandi tilburðum.
Í 1990 týddi hann bókina “Tá ið vit missa ein kæran” eftir Fredrik Wisløff. Í 1992 “Hvíld á sjúkraleguni” eftir H.E.Wisløff. Í 1995 “Í góðum hondum” eftir Georg S. Geil, og í 2006 “Náttin verður morgun” eftir Georg S. Geil.
Í 2006 gav hann haraftrat út fyrru lestrarbókina “Orð títt er sannleikin”, og fyrr í ár næstu lestrabókina “Í fyrstuni var orðið”.