Fríggjadagin var Molde við Jákupi Mikkelsen á beinkinum fyri lemjandi ósigri í bestu norsku deildini. Molde tapti heili 3-0 á útivølli móti Bryne, og nú krevja áskoðararnir, at høvdini rulla. Jákup kom ikki á vøllin í hesum dystinum.
Venjarin Gunder Bengtsson hevur verið undir sera hørðum trýsti seinastu dagarnar, og fjølmiðlarnir hava eisini funnist harðliga at svenska venjaranum, sum saman við Kalle Bjørklund hevur ábyrgdina av liðnum.
Sunnudagin hevði nevndin í Molde kreppufund, men hon valdi ikki at siga venjaranum úr starvi. Fjølmiðlarnir vilja vera við, at orsøkin til tað er, at venjararnir hava tvey ár eftir av sáttmálanum, og felagið hevði skulað rindað teimum umleið fýra milliónir krónur fyri sáttmálaskeiðið umframt at fáa ein nýggjan venjara inn.
Kreppuloysn
Nevndin hevur tó tikið vánaligu úrslitini til eftirtektar og hevur sett eina kreppuætlan í verk. Nevndin hevur tí sett eina nevnd við fyrrverandi spælarum og nevndarlimum hjá felagnum, og teir skulu nú hjálpa venjaranum at fáa skútuna á rættkjøl. Hon skal nú seta tiltøk í verk, men enn er ikki greitt, hvørji hesi tiltøkini vera.
Molde hevur bert fingið fimm stig í seks teimum fyrstu dystunum í ár, og hetta kann felagið als ikki liva við.
? Vit mugu gera okkurt. Vit kunnu ikki liva við hesum óskilinum, sum hevur valdað seinastu tíðina, sigur Bertil Stranden, sum er ítróttarstjóri í felagnum og limur í kreppunevndini.
Fleiri leikarar hava gjørt vart við sína ónøgd seinastu tíðina, og lagið hevur verið í botni allastaðni í felagnum.