Herverk á valplakatir er nakað, sum hendir til so at siga hvørt einasta løgtings- og fólkatingsval. Tað slepst næstan ikki undan. Og soleiðis er aftur í ár.
Politikarar hava gjørt vart við, at valplakatir eru bæði skræddar niður og meiggjaðar til við tussj.
Men tað, sum fólk kanska ikki hugsa um, tá tey tekna á plakatirnar, er, at tað er revsivert.
- Tað hevur altið verið okkurt smávegis herverk á valplakatir. Tú kanst blíva skuldsettur fyri at gera teg inn á valplakatir, tí tað er í prinsippinum herverk. Men vit hava onga fráboðan fingið um hetta í ár, sigur vakthavandi hjá løgregluni.
- Tað kostar pengar hjá flokkunum at gera hetta valplakatir, og tí er tað ein økonomiskur missur, um tær verða oyðilagdar. Tí kunnu tey væl melda herverkið.
##med2##
Í Danmark hevur mann sæð, at politiskt motiverað herverk á valplakatir, sum løgreglan har tekur í størstan álvara. Men so umfatandi herverk er tað tó ikki í Føroyum.
- Tað einasta, vit kenna til, er, at tað eru full fólk, sum hava gjørt tað í vikuskiftunum. Her er ikki talan um nakað skipað herverk, har fólk fara út at knúsa alt hjá ávísum flokkum.
Men verður mann skuldsettur, kann mann rokna við einari bót.
- Hetta er í smátingsavdeilingini, og tað kann blíva til eina bót til brotsmannin í ringasta føri, sigur vakthavandi, sum vil ráða fólki frá at gera slíkt herverk.
##med3##