Tað er ræðuligt. Eg havi ikki orð fyri tí

- Mamma og familjan hjá mær í Sri Lanka búgva hálvan tíma frá høvuðsstaðnum, har fleiri av bumbuspreingingunum vóru fyrr í morgun. Tey vóru í kirkju, men løgreglan kom og sendi tey heim, sigur Kamala Langgaard, sum býr í Klaksvík, men er úr Sri Lanka.

So skjótt sum tíðindini frættust í morgun um ógvusligu bumbuspreingingarnar í Sri Lanka, mátti Kamala Langgaard úr Klaksvík skunda sær at ringja til familjuna í Sri Lanka.

- Mamma og fleiri av familjuni hjá mær búgva í Ragama, sum er hálvan tíma frá høvuðsstaðnum, Colombo. Býurin liggur millum flogvøllin og høvuðsstaðin. Mamma og fleiri onnur vóru farin í kirkju í morgun. Gudstænastan byrjaði longu klokkan 8, og tey vistu av ongum, tá ið tey fóru í kirkju. Men tá ið gudstænastan var næstan liðug, kom løgreglan og vildi tosa við prestin. Tað var eitt sindur undarligt, og mamma og tey vistu ikki, hvat hendi. Men so góvu teir fólki boð um at skunda sær at fara heim, segði mamma. So gudstænastan varð avbrotin, og tey hava tað tíbetur øll gott, sigur Kamala.

Nógvir katolikkar búgva í økinum, har bumbuspreingingarnar vóru, og tí eru nógvar kirkjur og gudstænastur har. Páskirnar eru eisini ein av størstu høgtíðunum, har nógv verður gjørt burturúr, og tí eru altíð nógv fólk í kirkju, sigur Kamala. 

##med2##

Hon hevur eisini ringt runt til mostrar og onnur í familjuni, og tey hava tað øll gott.

— Tey høvdu glett seg til páskirnar, men nú gjørdist alt ein sorgarleikur ístaðin. Tað er ræðuligt, sigur Kamala.

Kamala kom til Føroyar í 1987, men hon hevur fleiri ferðir verið aftur í Sri Lanka og ferðast. Og hon hevur eisini verið í kirkjunum, har yvirgangsatsóknirnar fóru fram.

— Næstan hvørja ferð, eg havi vitjað aftur í Sri Lanka, havi eg vitjað í hasum kirkjunum. Tær eru stórar og flottar og nógv vitjaðar, sigur Kamala.

— Eg var sjálv í kirkju í Kunoy í morgun. Meðan eg siti har, kom eg at hugsa um, at soleiðis sótu fólk eisini í hesum kirkjunum í Sri Lanka. Kunoy er sjálvandi eitt lítið stað, men vit sum sótu har, kundu eisini verið rakt av hesum. Tað eru alt ósek fólk, ið verða rakt. Eg sá hetta líkasum fyri mær, sigur Kamala. 

Hon vísir annars á, at tað hevur verið rættiliga friðarligt í landinum í nógv ár. Fólk hava hildið, at nú var friður. Tí kemur hetta sum ein sera stórur skelkur, heldur hon.

Fyribils er útigonguforboð lýst í Sri Lanka. Kamala veit ikki, hvussu tað verður framyvir, men hon hevur regluligt samband við familjuna.