Tað er ræst at roykja

Heilsunevndin í Klaksvíkar Býráð og báðir fólkaskúlarnir í Klaksvíkar halda altjóða tubbaksfría dagin nú hósdagin. Dagurin sjálvur er tó ikki fyrr enn fríggjadagin. Á skránni hósdagin verða ymisk tiltøk, sum skulu verða við til at fáa boðskapin Tað er ræst at roykja út til tey ungu, so at tey leggja av at roykja ella enn betur ongantíð byrja. Á tíðindafundi í Klaksvík í gjár varð greitt frá, hvat fer at henda á hesum degi

Klaksvík:
Báðir skúlarnir í Klaksvík hava arbeitt við royking fleiri ferðir í evnisvikum og døgum. Og er hetta alt ein liður í at upplýsa teim ungu um vandan av at roykja. Tí royking er ein óvani, sum vindur upp á seg í skúlunum í Klaksvík.
Skipað hevur verið fyri eini teknikapping til børnini frá fyrsta til og við fimta flokki, og eini slagorð kapping fyri teim eldru børnunum. Hósdagin verða so vinnararnir av hesum báðum kappingunum funnir, og fer Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri at handa virðislønirnar.
Tina Purkhús, lærari í skúlanum við Ósánna, sigur, at tey hava fingið nógvar tekningar, men ikki so nógv slagorð.
Altóða tubbaksfríi dagurin, sum verður fríggjadagin 31.05.02, verður av ymiskum orsøkum hildin í Klaksvík longu hósdagin. Tað er heilsunevndin í Klaksvíkar Býráð saman við báðum fólkaskúlunum, sum skipa fyri degnum.
Í samband við dagin verður hósdagurin ein øðrvísi skúladagur í Klaksvík. Børnini verða býtt í tvey frá fyrsta til fimta flokk og frá sætta til tíggjunda flokk. Tey yngru børnini verða í fimleikarhøllini, og tey eldru verða í Skúlanum við Ósánna. Ymiskt spennandi verður á skránni, til dømis verður ein gandakallur úr Týsklandi við. Tað er Føroya Bjór, sum hevur fingið hendan gandakallin hendavegin. Eisini verður tónleikur við millum annað Karl Martin Samuelsen. Hjá teim eldru børnunum verður ein kanning um roykivanar og eisini eitt "legg av " skeið, sum Maria Olsen skipar fyri.
Rani Nolsøe, formaður í heilsunevnd Klaksvíkar Býráðs greiðir frá, at longu tíðliga í hesum valskeiðinum setti heilsunevndin sær fyri at føra ein greiðan heilsupolitikk, herundir eisini ein roykipolitikk. Ein arbeiðsbólkur bleiv gjørdur, sum fekk til uppgávu at skipa fyri ymiskum í sambandi við altjóða tubbaksfría dagin og fyribyrgjandi arbeiði annars. Hesin arbeiðsbólkur ella roykibólkurin, sum hann eisini verður kallaður, er mannaður við tveimum umboðum fyri lærararnar úr hvørjum skúlanum og so formaðurin í heilsunevndini sjálvur.
Tina Purkhús, sum er í roykibólkinum, sigur, at arbeiðið við royking í millum ung er ein langtíðarætlan, og eru tiltøkini hósdagin bert ein partur av øllum arbeiðinum, sum verður gjørt.
- Alt tað fyribyrgjandi arbeiðið, sum verður gjørt í skúlunum er positivt, men vit koma ikki rundan um, at heilsusystrarnar spæla eisini ein týðandi leiklut. Serliga fyri framtíðarfyrbyrgjandi arbeiðið, sigur Tina Purkhús.

Ongin gullgrubba
Kári Slættanes á Føroya Tubbaksølu vónar, at alt fyribyrgjandi arbeiðið í móti royking fer at hjálpa og geva úrslit. Hann sigur eisini, at nú á døgum verður ein ikki ríkur av at selja tubbakk.
- Mín partur í tubbakssøluni er so lítil, so tað er sanniliga ikki nøkur gullgrubba at selja tubbakk, sigur hann í stuttari viðmerking.
Høgni Hansen, stjóri hjá Poul Hansen heilsølu, sigur, at slík tiltøk eru bara positiv. Hann dugir ikki at siga, um málbólkurin fyri tubbakki gerst alt yngri og yngri, tí tað ikki er loyvt at marknaðarføra tubbakk í dag, og sostatt eru ongin hagtøl at halda seg til.