Tað er FM hondbóltur í Hoyvík, og høllin í Hoyvík stendur til at bresta. Hon er stúgvandi full av fólki, og spenningurin er so stórur, sum tað ber honum til at vera.
Fyrri hálvleikur í fjórðu FM finaluni er av. Enn ber tað als ikki til at siga, um FM heitið verður avgjørt í kvøld, ella um tað verður neyðugt við fimtu og avgerandi finaluni.
Hálvleiksstøðan er 14 – 13 til H71 ímóti VÍF, sum í síðsta sekundi undan steðginum hevði møguleika at javna. Men Filip Jovic sendi brotskast í tvørtræið og so upp um málið.
VÍF hevur vunnið tvær finalur, og H71 heur vunnið eina. Um VÍF vinnur í kvøld, so fara mongu vestmenningarnir at hava FM steypið og gullkrónurnar norður aftur við sær. Um H71 vinnur í kvøld, so verður neyðugt við fimtu og avgerandi FM finalu.
Í fjør var eingin FM vinnari. Tí syrgdi koronan fyri. Trý tey undanfarnu árini – 2017, 2018 og 2019 – vann H71 FM. Síðst, VÍF vann FM, var í 2016.