Tað eru bara tveir bátar, sum eru við í FM kappingini hjá kvinnum. Í dag vóru tað aftur hesir báðir bátarnir ? Frúgvin úr Miðvági og Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði ? sum kappaðust um sigurin.
Starturin hjá Erlu Kongsdóttir var góður, men tað var skjótt, at Frúgvin loftaði sær. Tá ið málið var umleið hálvt rógvið, legði Frúgvin seg framum. So øktist munurin millum teir teir fremstu bátarnar.
Eina løtu var mest sum leyst millum Frúnna og Erlu Kongsdóttir. Men í endaspurtinum royndi Erla Kongsdóttir at svara aftur. Tað eydnaðist ikki teimum úr Fuglafirði at vinna. Tá ið bátarnir fóru um málið, var Frúgvin skutin frammanfyri Erlu Kongsdóttir.
Nú er púra javnt í FM kappingini. Bæði Frúgvin og Erla Kongsdóttir hava 26 stig.
Úrslit
1 Frúgvin 05:14.20
2 Erla Kongsdóttir 05:15.19
3 Ritan 05:23.22
4 Hvassi 05:24.17
5 Blikur 05:32.10
Støðan
1 Frúgvin 26
2 Erla Kongsdóttir 26
3 Hvassi 19
4 Ritan 17
5 Blikur 12