Tað er ongantíð meiri enn eitt mál á muni

Hóast KÍ kvinnurnar hava meiri enn tvífalt so nógv stig sum HB, so hava innanhýsis uppgerðirnar verið sera tættar og spennandi

Ársins síðsta steypafinala verður í kvøld, tá ið kvinnurnar hjá HB og KÍ bresta saman á Tórsvølli. Fyrsta bríksl verður klokkan 18, og tað verður Bjarki Danielsen, ið verður dómari.

KÍ er við 33 stigum fyri trettan dystir FM favorittur. HB er á fimta plássi við fimtan stigum.

 

Hóast munurin á stigatalvuni er stórur, so hava innanhýsis uppgerðirnar í landskappingini higartil í ár verið sera tættar og spennandi. KÍ hevur vunnið tær allar við einum máli. Felags fyri allar tríggjar dystirnar hevur verið, at tað hevur verið bíðað leingi eftir sigursmálinum.

Í fyrsta umfari, sum var 20. mars, vann KÍ 1-0 á heimavølli. Liljan Jacobsen skoraði sigursmálið ellivu minuttir undan leikloki.

Í sætta umfari, sum var fimta mai, vann KÍ 1-0 í Gundadali. Tá var tað Maria K. Thomsen, sum trettan minuttir undan leikloki skoraði málið.

Grundlógardag, 5. juni, vann KÍ 2-1 á heimavølli í tíggjunda umfari. Tá legði Milja Simonsen HB framum, tá ið ein hálvur tími var farin. Í síðsta minutti undan steðginum javnaði Maria K. Thomsen, og fimm minuttir undan leikloki skoraði Rannvá B. Andreasen sigursmálið.