Tað er okkara skylda

- Taka vit ikki av møguleikanum nú, er ógvuliga skjótt, at vit kunnu koma út sum hin minsti parturin í einum komandi býti av makreli millum londini, sigur Jacob Vestergaard. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur áður sagt, at kravið hjá føroyingum er 15%, men tey 150.000 tonsini, sum hann nú hevur tillutað føroyingum, svara til umleið 23% av teirri heildarkvotu, sum ICES tilmælir fyri fiskiárið 2011.

Men hví hevur landsstýrismaðurin nú ásett Føroyum ein so stóran part av kvotuni, sum liggur heili 13% omanfyri tey 15%, sum kravið til samráðingarnar hevur verið?

- Føroyar vóru seinasta landið í hesum sonevnda samstarvi at áseta sær sína kvotu. Hetta gjørdu vit ikki, fyrr enn allir møguleikar at finna semju vóru troyttir. Ísland ásetti sær sína kvotu, tá teir í samráðingarumfari sóu, hvønn veg tað bar, og at teir ikki fóru at vera hoyrdir. Íslendska eginkvotan av makreli fyri árið í ár liggur um 146.000 tons.

Jacob Vestergaard vísir á, at beint eftir Íslandi ásettu ES og Noreg sær eisini sínar kvotur, og hesi stóru londini tóku rívan til.

- Av eini tilmæltari heildarkvotu á 646.000 tons, lótu ES og Noreg bert 10% av heildarkvotuni vera eftir til Ísland og Føroyar, meðan tey sjálvi kannaðu sær tey 90%.

Landsstýrismaðurin sigur, at við teimum kvotum, sum hini strandalondini hava ásett sær og tí prosentparti, sum Føroyar hava krav um, er væntandi, at samlaða veiðan eftir makreli í ár fer at tátta í eina miljón tons.

- Tað er út frá hesum tali, at eg havi tillutað Føroyum eginkvotu á 150.000 tons, sum svarar til 15% av einari miljón tonsum.

Jacob Vestergaard heldur, at tað er okkara skylda at skapa okkum besta grundarlagið undir einum nýggjum býtislykli.

- Undanfarin ár hava vit hava veik tøl at halda okkum til, tí okkara partur hevur verið so lítil. Árið í fjør prógvaði, at tað bar til hjá okkara fiskiflota at fiska okkara eginkvotu upp eftir stuttari tíð.

Hann sigur, at tað er nú, at vit skulu leggja grundarlagið undir tí, sum liggur fyri framman.

- Taka vit ikki av hesum møguleika, er ógvuliga skjótt, at vit kunnu koma út sum hin minsti parturin í einum komandi býti millum londini, sigur Jacob Vestergaard.