Rúni Nolsøe staðfesti, at tað hevði verið munur á, og at tølini vístu, at tað næstu vikurnar verður neyðugt at arbeiða nógv við verjupartinum hjá 07 Vestur:
- At eg var á liðnum kom eitt sindur brádliga á. Eg varð spurdur, um eg vildi hjálpa til, og eg havi vant í tvær vikur. Hvussu tað verður hjá mær, veit eg ikki. Vit taka ein dyst í senn. Hesa ferð vísti gongdin, at vit næstan komu afturíaftur, og at vit høvdu nýtt so nógva orku til at fáa um endan, at eingin luft var eftir, tá ið teir beinanvegin eftir annað málið hjá okkum øktu til 4-2.