Tíðindadeildin í Kringvarpinum fekk mikudagin 13. januar svar frá stýrisformanninum, Rúna Heinesen. Í stuttum er svarið, at stýrið havnar ynski okkara um at fáa í lag ein fund við stýrisformannin. Vit á tíðindadeildini hava tó framvegis ta fatan, at tað er týdningarmikið, at vit fáa greitt stýrinum frá okkara síðu av sakini.
Rúni Heinesen vísir í svarinum til tíðindadeildina á, at málið um játtanina til tíðindadeildina verður á skrá á fyrstkomandi stýrisfundi. Tað fegnast vit sjálvsagt um, men í kæruni til stýrisformannin um stjóran, Anniku Mittún Jacobsen, staðfestir tíðindadeildin, at stjórin hevur ikki neyðugu førleikarnar at meta um, hvussu tíðindadeildin skal rekast á ein fakliga forsvarligan hátt og í samsvari við kringvarpslógina og fjølmiðlaábyrgdarlógina.
Skal stýrið fáa eina fullfíggjaða mynd av hesum máli, mugu tit hoyra báðar partar. Kjarnin í málinum er sum kunnugt, at stjórin heldur, at til ber at halda fram við verandi framleiðslu fyri uppskotna fíggjarkarmin, meðan vit sum fakfólk staðiliga ávara ímóti hesum, tí at úrslitið verður fakliga og menniskjansliga óforsvarligt. Hoyra tit í stýrinum bert stjóran, fáa tit bert innlit í ta einu síðuna av málinum. Vandi er fyri, at stýrið og stjórin kunnu taka avgerðir, ið eru illa grundaðar og sum sostatt koma aftur um aftur. Vit á tíðindadeildini hava ilt við at skilja, at tit ikki vilja taka ímóti slíkari upplýsing.
Stýrið hevur sambært §5 í lógini um kringvarp yvirskipaðu ábyrgdina av Kringvarpinum. Tað er okkara metan, at stýrið kann bróta sínar skyldur við ikki at lurta eftir fakligu vitanini á tíðindadeildini.
Tískil halda vit tað einasta rætta vera, at stýrisformaðurin kemur á fund við tíðindadeildina í Kringvarpinum.
Rúni Heinesen vísir á í svarinum til tíðindadeildina: “…at stýrisformaðurin hevur fund við ávísar starvsfólkabólkar uttan um dagligu leiðsluna á stovninum, er ikki nøkur gongd leið og ei heldur í tráð við ásetingarnar í kringvarpslógini.”
Til hetta er at siga, at starvsfólkið á tíðindadeildini er ikki bara ein ávísur starvsfólkabólkur. Starvsfólkið á tíðindadeildini er beinleiðis nevnt í lógini um kringvarp. Tað er eitt krav, at tað altíð eru tvær tíðindaeindir á stovninum og haraftrat eru journalistiskir førleikar nevndir í sambandi við starvssetanir á tíðindadeildini. Hetta eru júst somu førleikar og sakkunnleiki, sum stjórin nú velur at forkasta.
Í triðja lagi vísir Rúni Heinesen á, at tað er ein ósiður, at stýrisformaðurin fer uttan um dagligu leiðsluna. Starvsfólkið á tíðindadeildini hevur verið á fundi við Anniku Mittún Jacobsen um hesi viðurskifti. Vit hava greitt henni frá okkara sjónarmiðum, so vit hava einki at goyma. Orðaskiftið kann verða skert, um stjórin er til staðar, men um tað er eitt krav, so kunnu vit ganga við til, at Annika Mittún Jacobsen er til staðar á fundinum við stýrisformannin.
Við hesum vilja vit heita á stýrisformannin um at umhugsa støðuna einaferð enn.










