Tað er óneyðugt at gera reglurnar greiðari

Heldur ikki hesa ferð fekk Heðin Mortensen nakað burtur úr at halda lív í málinum, sum elvdi til rok í Tórshavnar býráð fyri jól

Lógin er so greið, at tað tað er óneyðugt at gera hana greiðar.

Tað sigur Helgi Abrhahamsen, landsstýrismaður í kommunumálum.

Fyri aðru ferð hevur Heðin Mortensen, býráðslimur í Havn, og løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, spurt hann, hvussu reglurnar eru, tá ið býráðslimur fer í farloyvi.

Fyri jól hendi tað, at Gunvør Balle fór í farloyvi í býráðnum, men hon møtti á fundi longu eina viku seinni.

Tað elvdi til rok, tí býráðslimirnir í Javnaðarflokkinum, og býráðslimurin fyri Sambandsflokkin søgdu, at reglurnar eru tær, at fer býráðslimur í farloyvi, skal hann vera í farloyvi í minst 14 dagar. Tað er eisini soleiðist, at mannagongdin hevur verið í Tórshavnar Býráð seinastu 50 árini.

Tey siga, at ein orsøk til hetta er, at forða fyri, at býráðslimir valsa inn og út úr býráðnum, sum tað passar teimum – kanska fyri at skáka sær undan at taka støðu til eym mál.

Og javnaðarfólkini, og sambandsmaðurin í Tórshavnar Býráð, vóru so ónøgd um mannagongdina hjá Gunvør Balle, at tey noktaðu at møta á einum fundi.

Heðin Mortensen spurdi Helga Abrahamsen um hetta, men landsstýrismaðurin segði, at tað er einki, sum forðar ein býráðslimi at møta aftur á fundi, tá ið hann kann. Tað er sostatt ikki eitt krav, at býráðslimurin skal vera burtur í tvær vikur.

Les eisini: Hendan kamelin mugu býráðslimir í Havn svølgja

Men Heðin Mortensen var ikki nøgdur við svari og tískil spurdi hann landsstýrismannin eina ferð afturat um málið og bað hann útgreina tað.

Les eisini: Heðin Mortensen vil ikki gevast

Men svarið frá Helga Abrahamsen er enn tað sama, og tað er, at tað er ikki eitt krav, at ein býráðslimur, sum fer í farloyvi, skal vera burtur í tvær vikur og tí kann hann altíð møta aftur á fundi.

– Landsstýrismaðurin er av teirri fatan, at lógin er greið hesum viðvíkjandi, og at tað ikki er neyðugt at gera viðurskiftini hesum viðvíkjandi greiðari, sigur Helgi Abrahamsen.