Tað er neyðugt at avmarkað valdið

Einstakir reiðarar mugu ikki verða ov sterkir og tí mugu avmarkingar verða, sigur Aksel V. Johannesen

Tað er neyðugt at seta mark fyri, hvussu stóran part av okkara fiskiríkidømi, hvør einstakur reiðari kann fáa

 

Virt mugu hava eitt hámark fyri, hvussu stóran part av okkara fiskirættindi, hvør einstakur reiðari kann hava.

 

Tað gjørdi Aksel V. Johannesen, løgmaður, og formaður í Javnaðarflokkinum, á landsfundi hjá flokkinum í morgun.

 

Hetta er tað, ið verður kallað antitrust reglur, og sum hava verið fyri hørðum atfinningum.

 

Men Aksel V. Johannesen sigir, at antitrust reglur skulu forða fyri at fiskirættindi verða miðsavnað á nakrar heilt fáar hendur.

 

– Sjálvandi skulu vit lurta eftir atfinningunum og tann nýggja fiskivinnuskipanin verður eisini tillagað.

 

– Men hendir tað, at ognarskapurin í føroysku fiskivinnuni savnast á heilt fáum hondum, hevur tað við sær, at sera stórt vald eisini verður lagt í hesar fáu hendur.

 

– Og tá kann politiska skipanin verða ávirkað til at taka avgerðir, sum ikki eru til gagns fyri samfelagið sum heild.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at tískil mugu vit hava onkrar avmarkingar, og hann vónar framvegis, at eisini andstøðuflokkar fara at taka undir við eini nýggjari skipan.