Tað er nú vit skulu fara undir hesa risastóru íløguna

Nakrir býráðslimir vildu ikki atkvøða fyri at bjóða risastórt arbeiði út, tí teir vilja hava at vita hvaðani 200 milliónir skulu koma frá

Í gjárkvøldið samtykti Tórshavnar Býráð at bjóða arnbeiðið út at gera eina nýggja, risastóra svimjihøll í Havn. Hetta verður ein altjóða góðkend svimjihøll við øllum hugsandi hentleikum, bæði til kappingar, til vanliga svimjing, og til vælveru av ymsum slagi.

https://www.in.fo/news-detail/news/byradid-samtykt-utbjoding-av-langhylinum/Les meiri um tað her: Býráðið samtykt at bjóða langhylin út

Ætlanin er at fara undir sjálvt arbeiðið í oktober. Men tað vóru ikki allir býráðslimirnir, sum tóku undir við, at arbeiðið verður boðið út nú, tí teir taka ikki undir við framferðini hjá meirilutanum í býráðnum

Sostatt atkvøddu bæði Tróndur Sigurðsson og Annfinn Brekkstein ímóti ætlanini, og Helena Dam á Neystabø og Halla Samuelsen, atkvøddu blankt.

Tey taka undir við at nýggj svimjihøll verður bygt, men tey vilja hava neyvari tøl á borðið fyri, hvussu ætlanin er at fíggja hana. Tey vísa á, at hetta verður ein tann størsta íløgan, kommunan nakrantíð hevur gjørt og tí halda tey, at tað hevur stóran týdning at fáa greiði á fíggingini, áðrenn tey kunnu taka undir við hesum.

– Hesi næstu árini skulu stórar íløgur eisini gerast á trivnaðarøkinum, bæði á eldraøkinum og á skúlaøkinum, og aðrastaðni, og tí mugu vit fáa svar upp á, hvussu alt skal fíggjast, sigur Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin. Og hon heldur, at tað er hugstoytt, at ein íløguætlanin ikki verður løgd fram, so at allir hesar spurningarnir vera svaraðir.

Tey í meirilutanum í býráðnum eru ikki sinnað at siga, hvat tey vænta, at svimjihøllin fer at kosta tí halda, at tað er at geva teimum, sum bjóða, óneyðuga góð kort á hondina. Men tey í minnilutanum upplýstu, at talan er um eina íløgu upp á upp ímóti 200 milliónum krónum, tá ið parkering, og allir aðrir snøklar, eru taldir við.

Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at í roynd og veru fáa vit ikki at vita, hvat nýggja svimjihøllin kostar, fyrrenn arbeiðið er bjóðað út, og tilboðini eru komin inn.

Men nú verða fleiri stórar verkætlanir lidnar, og aðrar eru um at vera lidnar, bæði Musikkskúlin, Skulin á Fløtum, umlættingardepilin til tey eldru, Tjarnargarður, og annað. 

– Tað merkir, at nú hava vit fíggjarligt rásarrúm fyri at fara undir nýggju svimjihøllina, sigur Annika Olsen.

Tær íløgur hjá kommununi, sum eru sáttmálabundnar næsta ár, eru íløgur fyri 92,5 milliónir, og tá er nýggja svimjihøllin tald við.

Ein meting sigur, at bara við teimum inntøkum, kommunan hevur í skatti, er rúm fyri íløgum fyri 160 milliónir um árið, uttan at taka lán. Men tá er inntøka av partafelagsskatti ikki tald við, og tær inntøkur, kommunan fær meiri inn í skatti enn mett er, eru heldur ikki taldar við.

Og hesi seinastu árini hevur býráðið gjørt íløgur fyri 200 milliónir um árið, uttan at taka lán. Tað merkir, at næsta ár verður rúm fyri minst 80-90 milliónum afturat í íløgum, hóast farið verður undir svimjihøllina, sigur borgarstjórin.

Annars eru ordrabøkurnar hjá byggifyritøkunum við at tømast, so útlit eru fyri, at nýggja svimjihøllin verður eitt sindur bíligari enn mett, heldur hon.

Tí stúrir hon ikki fyri, at tað er væl og virðiliga fíggjarligt rásarrúm fyri at byggja nýggja svimjihøll – uttan at taka lán til endamálið.

Um eina løtu hava vit søguna um býráðslimin í Havn, sum sigur, at tað er hennara skyld, at nýggja svimjihøllin verður so dýr.