Tað er nátatíð

Í góðveðrinum tíðliga í morgun stevndu fleiri bátar út eftir Skálafjørðinum. Tað er nátatíð, og hugsandi er, at fuglurin nú so smátt er byrjaður at koma á sjógvin Farið er um líradag, sum var týsdagin 26. august, og nú eru menn farnir at rigga seg til at taka nátungar.

Nátungatíðin er ein spennandi tíð hjá teimum, sum gera nakað við hesa fuglaveiði. Hetta kunnu vera langir og strævnir dagar, um nógv verður lagt fyri, og nógvur fuglur verður tikin, sum skal fáast til høldar.

Nátaveiðan er betur kend um alt landið enn líraveiðan, og í hesi tíðini plaga hópur av bátum og monnum kring landið at fáa sær upp í tunnuna - ella teir sláa seg saman og royna at tjena sær nakrar krónur hesa tíðina.

Í góðveðrinum um 06-tíðina í morgun stevnu longu fleiri bátar út av Skálafjørðinum, sum myndin vísir.

Nú 28. august er í dag, er greitt, at nátungin so smátt er byrjaður at ressast á rókini og hevur hug at royna sínar veingir.

Náttúran í fuglinum sigur honum, at tíðin er komin og at rókin, har hann so tryggur hevur sitið og bíðað eftir føði, ikki er nakað blívandi stað longur.

Hugurin dregur út á hav, og nú er ungin nóg búgvin til at søkja sær føðina sjálvur.

Næstu dagarnar fara vit ivaleyst at frætta um onkrar nátatúrar, sum eru gjørdir kring landið.

Í gjár fingu onkrir bátar, sum Portalurin hevur frætt um, upp í smáar 150 fuglar.