Tað er lágætt, og nógva staðni kring landið er tað fitt av vindi. Ættin er fyri tað mesta sunnan og útsynningur, og í hvirlunum er vindurin upp ímóti tredivu metrum um sekundið og onkra staðni meiri enn so.
Hitin er 3-4 stig.
Mesti vindurin er á Norðadalsskarði, har tað eru 27,6 m/s av útsynningi. Í hvirlunum er vindstyrin har 34,9 m/s.
lv.fo sigur soleiðis um veðrið nú fram ímóti midnátt:
Heltnin, Oyndarfjarðarvegur landsyningureystan 16,8 m/s og í hvirlunum 27,2 m/s.
Gøtueiði vestan 12,5 m/s og í hvirlunum 26,6 m/s.
Á Hálsi í Sandavági sunnan 15,5 m/s og í hvirlunum 27,2 m/s.
Norðadalsskarð útsynningur 27,6 m/s og í hvirlunum 34,9 m/s.
Høgareyn vestan 17,2 m/s og í hvirlunum 24,1 m/s.
Við Velbastaðháls útsynningur 17,4 m/s og í hvirlunum 26,2 m/s.
Ørðaskarð, Fámjinsvegur sunnan 21,9 m/s og í hvirlunum 29,0 m/s.
Porkerishálsur útsynningur 17,0 m/s og í hvirlunum 25,1 m/s.