Tað er nógvur vindur um alt landið í kvøld, og ringa veðrið hevur millum annað havt við sær, at eitt flogfar hjá Atlantsflogi mátti avlýsa. Veðrið er ikki bara keðiligt í hæddini, men kann eisini ávirka ferðsluna á landi.
Tað ræður tí um at vera varin við bili í kvøld, tí tað kann vera sera nógvur vindur í hvirlunum, og koyrilíkindini eru ikki serliga góð.
Soleiðis sær út kring landi beint nú, sambært Landsverki:
- Dalavegur til Viðareiðis - kl. 21:05 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 26 m/s
- Klaksvík, Gerðabøur - kl. 21:05 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 32 m/s
- Syðradalur - kl. 21:05 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
- Gjáarskarð - kl. 20:50 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 33 m/s
- Kambsdalur - kl. 21:05 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 29 m/s
- Gøtueiði - kl. 21:04 Skrið, í hvirlunum upp til 31 m/s
- Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 21:05 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
- Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 21:05 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 25 m/s
- Streymnes - kl. 21:05 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 29 m/s
- Norðuri í Sundum, Kollafjørður - kl. 21:04 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 26 m/s
- Høgareyn - kl. 21:04 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
- Á Sandavágshálsi - kl. 21:05 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 26 m/s
- Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 21:05 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 32 m/s
- við Velbastaðháls - kl. 21:03 Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s
- Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 21:04 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
- Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 21:09 Stormur, í hvirlunum upp til 38 m/s
- Porkerishálsur - kl. 21:05 Skrið, í hvirlunum upp til 33 m/s