Tað er nú eg skal prógva meg

17 ára gamli Brandur Henriksson Olsen hevur just fingið ein nýggjan sáttmála við stóra danska felagið, FC Keypmannahavn. Brandur hevur ein dreym um at spæla í Premier League, men fyrst og fremst ætlar hann at vinna sær pláss á liðnum hjá FCK og føroyska U21-landsliðnum. Fyrsta árið í Danmark var hart og tað var nær við, at skálvíkingurin tveitti alt frá sær og kom aftur til Føroyar, men dreymurin um at spæla yrkisfótbólt vann

Lívið hjá Brandi H. Olsen broytt­ist nógv, tá hann sum 15 ára gamal fór til Dan­markar at spæla fótbólt við FCK. Her tók tað langa tíð at finna stevið, men í dag er Brandur fegin um, at hann valdi at halda fram við at renna eftir dreyminum um at ger­ast yrkisfótbóltsspælari.
Sum 17 ára gamal hevur Brandur fingið nýggjan sátt­mála við felagið og tað eru greið tekin um, at FCK trýr upp á tekniska miðvallaran úr Føroyum.
Gøtan hevur ikki verið lættgongd, men fyri hálvum ári síðani kom Brandur á sama stig sum hinir krops­liga, og kann nú hyggja fram­eftir.

Hørð byrjan
Tað er um summarið í 2011, at tað stendur Brandi í boð­ið at venja við FCK í tvær vikur. Hann tekur av og tað gerst skjótt greitt, at FCK hevur gott eyga á før­oyska mið­vallaranum. Tá royndar­venj­ingin er komin at enda stendur honum í boðið at koma á FCK School of Excellence.
Brandur er 15 ár og tað er ein kollvelting í lívinum hjá honum. Fyrsta tíðin er ikki løtt og hann skiftir skúla tvær ferðir.
– Tað var gott at mamma flutti niður við, tí annars hevði eg ikki klárað tað. Tað var ringt fyrstu tíðina og treivst ikki í skúlanum, greið­ur Brandur frá.
Á FCK School of Excellence er móttøkan betri. Øll rund­an um felagið eru blíð og fyrikomandi og her fellur Brandur væl til.
– Teir tóku væl ímóti mær og hjálptu til. Tað var lætt at fella til á liðnum, sigur Brandur, sum nú gongur á HF.
– Eg haldi tað er eitt krav, at tú gongur í skúla, tá tú ert á School of Excellence, leggur Brandur afturat.
Hetta er ikki ein ókent fyribyrgdi. At kalla øll feløg krevja, at spælararnir ganga í skúla, so at teir ikki standa á berum um fótbóltsevnini ikki røkka til eina yrkisleið.
Brandur hevur eisini ver­ið gjøgnum eitt kend mynstir fyri føroyskar fótbólts­spæl­arar, sum fara av land­inum at royna seg. Vænt­andi mál­­rætta venjing í ung­dóms­deild­inum í føroyskum fótbólti, og væntandi kropslig venjing ger, at at kalla allir føroyskir spælarar fáa skaðar fyrstu tíð­ina, tá teir skulu venja sum yrkis­spælarar, tí kroppurin ikki tolir øktu venjingina.
Brandur var eisini nógv skaddur fyrstu tíðina. Talan var um skaðar har kroppurin varð yvirbelastaður. Hesum hev­ur FCK tikið fyrivarni fyri, og venjingin bleiv til­laga kroppinum hjá unga mið­vall­ar­anum.
– Eg vandi minni enn hinir í eina tíð. Vit venja vanligt seks ferðir um vikuna og spæla dyst. Eg vandi niður í tríggjar ferðir um vikuna og so øktu vit tað stigvíst, greið­ur Brandur frá.
Hann hevur nú vand á hædd við hinar í eitt hálvt ár.

Spælir saman við donskum lands­liðsspælara
Brandur hevur við tíðini vunn­ið sær pláss á eyka­lið­num. Hann spælir til dagligt við U19 liðnum, men góðu avrikini hava givið honum pláss millum Superliga spæl­ararnar, ið eru at finna á eykaliðnum. Til tíðir eru heilt upp í tíggju av teimum við eykaliðnum og tað eru ikki smá­vegis nøvn.
– Vit spældu móti AaB og Halli Hansson herfyri. Tá spældi eg í góðar tjúgu minuttir á miðvøllinum sam­an við Daniel Jensen, sum hev­ur spælt yvir 200 dystir í Bundes­liguni í Týsklandi, og fleiri landsdystir fyri Dan­mark. Tað var eitt upplivilsi, greiður Brandur frá.
Eykaliðið hjá FCK vann 5-0 og Hallur Hansson hevði tað trupult á miðvøllinum móti stjønunum hjá FCK.
– Vit prátaðu eftir dyst­in. Vit spæla báðir á mið­vøll­inum, men eg haldi ikki vit hava nakrar nærdystir sum so, sigur Brandur um dyst­in millum hann og Hall Hansson.
Hóast fleiri av spælar­unum hjá FCK eru stórar stjørnur í donskum fót­bólti, so eru teir blíðir og hjálp­samir, tá tað kemur til teir ungu.
– Teir royna at hjálpa okk­um og tosa við okkum. Tað er faktist soleiðis við øllum felag­num. Heilt frá Michael »Mio« Nielsen, sum er stjóri fyri ungdómsavdeilingina til spælar­arnar á besta liðnum. Øll tosa við teg og geva sær stundir at tosa eisini, greiður Brandur frá.
Nýggjur hjálparvenjari hjá FCK er Brian Riemer. Hann hevur fyrr verið partur av ungdómsdeildini og tað hev­ur givið teimum ungu eitt kent andlit á besta liðnum.

Trúgva upp á meg
FCK og Brandur hava nú av­gjørt at leingja samstarvið í eitt ár, so nýggi sáttmálin gong­ur fram til summarið 2014. Tað eru fleiri spælarar, sum ikki fáa longt sín ung­dóms­sáttmála við felagið og tí metir Brandur, at hetta er eitt greitt tek­in um, at FCK trýr upp á hann.
– Í fjør vóru einir fýra, sum ikki fingu sátt­mála, so tað er eitt tekin um at teir trúgva upp á meg, sigur Brandur.
Hann hevur eis­ini í sinni at taka av møgu­leik­a­num, nú hann er her.
– Tað er nú, at eg skal prógva meg, sig­ur mið­vall­arin.
Sjálvur sær hann seg sum ein tekn­iskan mið­vallara, sum um­framt at fordeila bóltin á mið­vøll­inum eisini kann skjóta, tá møgu­leikan er har.
– Eg spæli mitt á miðj­uni saman við ein­um øðrum. Eg havi ein eitt sindur meiri frí­gjørdan leiklut og kann fara meiri framvið, greiður FCK mið­vallarin frá.
Øll ung­dóm­sliðini hjá FCK spæla 4-4-2, sum er sama spæli­skip­anin, ið besta lið­ið hjá FCK eisini spælir. Tað verður lagdur stórur dentur á, at ungdómsliðið spæla á sama hátt sum besta liðið.

U21, Landsliðið, FCK og Premier League
Brandur er íðin Arsenal við­haldsmaður og hann dylur ikki, at stóri dreymurin er at spælt í Premier League. Men 17 ára gamli miðvallarin hevur bæði beinini á jørðini og tekur eitt stig á gangin.
Hann hevur umboðað Føroyar á U15, U17 og U19 landsliðnum. Nú er málið U21 landsliðið.
– Eg ætli mær á U21 lands­liðið. Eg havi spælt við øllum hinum ungdómslandslinum, sigur Brandur.
Næsta mál er eisini at vinna sær pláss á besta lið­num hjá FCK, umframt at vinna sær pláss á lands­liðnum. Hann er tó greiður yvir, at tað skal hart arbeiði til, men Brandur hevur eina vón og ein vilja til at røkka sínum málum.
Tað hevur verið hart fyri skálvíkingin at flyta heimani frá og mangan er saknurin stórur.
– Eg sakni sjálvandi fam­ilju og vinir, og fyrsta árið var einki serligt. Eg umhugsaði at flyta heimaftur, men hetta hevur altíð verið mín dreym­ur og tí valdi eg at halda fram, sigur Brandur H. Olsen, sum nú hevur fingið nýggjan sátt­mála við FCK fyri harða arbeiðið.
Brandur er greiður yvir, at tað er nú hann skal standa sína roynd. So er spurning­urin hvussu langt tað røkkur.

- - -

FCK: Vit trúgva upp á Brand

Tað sigur Michael »Mio« Nielsen, sum er stjóri á FCK School of Excellence. Hann letur væl at fótbólts­egin­leikunum hjá Brandi og vísur, at FCK hevur bygt ein »brúgv« millum ungdómsarbeiði og besta liðið, sum tryggjar, at fleiri og fleiri ungdómsspælarar sláa ígjøgnum á besta liðnum.
– Fyrst og fremst so trúgva vit upp á, at Brandur kann blíva ein partur besta liðnum hjá FCK, sigur Michael »Mio« Nielsen um nýggja sáttmálan.
Nógvu skaðarnir hjá Brandi fyrstu tíðina hava gjørt, at menningin ikki hevur verið so góð, sum hon kundi.
– Brandur hevur verið nógv skaddur og hetta er eisini eitt tekn upp á, at vit ikki ordiliga vita hvar vit hava hann. Vit meta, at hann kann spæla í Superliguni, men enn hevur hann nøkur ting, ið hann skal arbeiða við, sigur fyrrverandi FCK spælarin víðari.
– Brandur hevur góðar eginleikar við bólt­inum og tá seinasta avleveringin skal leggj­ast. Tað er har hansara styrkir eru, men hann skal til at arbeiða við at fáa fleiri kilo­metrar í beinini, so hann eisini styrkir um verjukenda partin. Hetta kemur við tíðini og skaðarnar hava eisini spælt honum eitt puss, sigur Michael »Mio« víðari.
– Hann venur nú við fullari ferð og vit vóna, at hann í framtíðini kemur at fylla meiri í spælinum millum brotsteigarnar. Hann skal verða ein av teimum, sum skal styrkja javnvágin á miðvøllinum, tá hann spælir, sigur Michael »Mio«.
– Vit hava bygt eina »brúgv« millum ungdómsarbeiði og besta liðið í felagnum. Vit hava seinastu árini prógvað, at vit kunnu menna spælarar til at koma frá ungdómsavdeilingini og á besta liðið. Vit trúgva upp á, at Brandur kann blíva ein av teimum, sigur Michael »Mio« Nielsen.
Hann leggur afturat at enda, at Brandur er ein spennandi spælir, tí hann hevur góðar eginleikar at gera mun á seinasta trið­ing­inum á vøllinum, og at Brandur hevur víst at hann hevur tað, ið skal til fyri at spæla í Superliguni, men at hann skal mennast meiri nú skaðarnir fyribils ikki gera um seg.