Vit sum minnast til 90´ini vita, hvussu hart kreppan rakti Klaksvíkina og alt Føroya land. Hvussu fleiri arbeiðsfólk hjá kommununi og virkjum vórðu send heim, tí nú var ikki brúk fyri teirra arbeiðsmegi longur, og kommunan hevði ikki pening til at gjalda arbeiðsløn.
Onki fólk var í býnum, Kósavirkið o.a. steðgaði upp og koyrdi tú ein biltúr, tá ferðslan plagdi at vera upp á tað mesta, so var alt steindeytt. Ein kundi blivið við, men tað mest umráðandi var og er, at vit reistu okkum aftur.
Klaksvíkar kommuna kom fyri seg aftur. Nógv av tí, sum hevði ligið og gapað og bíðað í fleiri ár, bleiv knappliga okkara stoltleiki her í býnum. So ganga nøkur ár , og vit eru aftur í kreppu. Kommunan manglar pening og trolarar eru lýstir á tvang.
Vit skulu tó royna at síggja positivt upp á framtíðina, tí býur okkara er væl meira ajourførdur enn áður. Tildømis kann nevnast
barnagarðspleygan ok
eldraøkið nógv betri, men okkurt manglar
Miðbýurin er vakur sunnan fyri útfyllingina, og veganetið í býnum er í góðum standi.
hava grundstykkir, soleiðis at klárt er at seta búgv
Norðhavnin er klár at bjóða fram.
Eisini hava vit arbeiðsloysiskipanina, sum er góð í neyðini.
Nú heimskreppan leikar í, rakar hettar sjálvsagt eisini vinnubýin Klaksvík. Men gloym ikki, at Klaksvíkar kommuna er klár at taka ímóti almennum stovnum. Spurningurin er, um tað ikki er komið hartil, at vit her norðuri skulu langa nevan í borðið og krevja sum minimum í fyrsta umfari fiskiveiðieftirlitið og vaktar og bjargingartænastuna til Klaksvíkar. Hetta er fiskivinnuhøvuðstaðurin í Føroyum, so tað er upp á tíðina, at vit fáa hesar stovnarnar norður.
Vit hava uppiborið at fáa almenn arbeiðspláss innan fyri fiskivinnuna hendanvegin, og Klaksvíkin er til reiðar at taka ímóti.
Tryggleiki
Tryggleikin hjá fólkinum skal í hásætið, og tá er tað umráðandi at tað fíggjarliga verður stýrt skilagott, og at sum mest fæst fyri hart vunnu skattakrónurnar.
Hettar kunnu vit ikki gera við at seta skattaprosentið upp, júst sum vit nú kappast við aðrar kommunur um skattaprosentið og at fáa fólk hendavegin. Nei vit skulu heldur bróta upp úr nýggjum og síggja møguleikarnar, vit klaksvíkingar hava. Eitt er heilt vist, tað megna vit bert vit vilja.
Spurningurin er so, um vit í fyrsta lagi ikki bert skulu royna at disponera betri við tí, sum vit hava, og fáa sum best burturúr. Vit kundu sett t. d. ein leiðsluráðgeva, sum hevur serkunnleika innan organisering soleiðis, at øll hava júst ta vitan, sum tey skulu hava fyri at arbeiða effektivt. Fleiri fyritøkur hava gjørt nýtstu av hesum við góðum úrsliti.
Tænasturnar hjá Klaksvíkar kommunu kunnu vit bjóða fram til aðrar kommunur, t. d. Eysturoynna. Hóast vit ikki hava lagt saman við Eysturoynni, ber til at samstarva og fáa væl burtur úr.
Um vit bremsa ov hart, skapa vit eina enn størri kreppu enn talan veruliga er um, tí tað eru fleiri dømir um.
Lat okkum ikki gevast at liva fyri tað, um vit hoyra um eina kreppu. Kreppurnar eru til at loysa. Um vit hyggja eftir gjøgnum tíðirnar, so hava vit klárað okkum ígjøgnum kreppurnar, og eru lopin longur upp eftir hvørja kreppu. So lat okkum vera positiv, hóast tað gongur okkum ímóti og útvikla tann kreativa partin fyri at koma víðari.










