Tað er ómoralskt at lata so nógv hús standa tóm kring landið, samstundis sum at búðstaðarneyðin er so vanlukkulig.
Tað førdi Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Havn, fram fyri Tjóðveldisfólki, á flokstingi í Hovi um vikuskiftið.
Hon mælti flokkinum til at virka fyri, at vit fáa bústaðarskyldu í ávísum býlingum runt umkring.
– Hugsi tykkum tann dag, tá ið einki fólk býr úti á Reyni longur, tí øll húsini verða leigað út til ferðafólk, men tað er hagar, vit eru á veg, segði hon.
Hon sigur, at aðrastaðni er tað vanligt at hava bústaðarskyldu, eitt nú er bústaðarskylda í fleiri býarpartum í Keypmannahavn.
Og hon heldur eisini, at kommunur í Føroyum eiga at fáa heimild til at krevja, at í ávísum býlingum er tað bústaðarskylda, og tað merkir, at fólk skal búgva har.











