Øll hava meira enn ein aldur, ein kronologiskan aldur sum er roknaður út frá kalendara árðinum og ein lívfrøðiligan aldur. Tann lívfrøðiligi aldurin, er aldurin á tínum likami, tað vil siga hvussu kroppurin virkar samanborið við tín kronologiska aldur. Hevur tú ein høgan lívfrøðiligan aldur, ert tú í vanda fyri at fáa ymiskar sjúkur, sum eru settar í samband við tann aldurin.
- Ikki øll sum eru á sama lívfrøðiliga alduri eru í sama vanda fyri at fáa somu sjúkur, sjálvandi spæla arvalig gen og annað inn eisini, hetta sigur Morgan Levine, ið er granskari á Yale Medical School í USA.
Lívfrøðiligi aldurin gevur okkum eina betri fatan av, hvat kroppsligi aldurin á tí einstaka er, sigur hon.
Fólk sum eru lívfrøðiliga yngri enn teirra kronologiski aldur eru í minni vanda fyri at doyggja av ávísum sjúkum, meðan tey sum eru eldri lívfrøðiliga eru í størri vanda fyri at gerast sjúk og fáa sjúkur í samband við høga lífrøðiliga aldurin, sigur Morgan Levine.
- Hetta er ógvuliga spennandi og kann verða við til at hjálpa fólki at gerast lívfrøðiliga betur fyri, sigur Morgan Levine. Eg havi sjálv roynt at rokna meg fram til mín lívfrøðiliga aldur, og bleiv ovurfarin av mínum úrslitið. Eg eri eitt sindur eldri lívfrøðiliga enn eg helt eg var, og nú veit eg hvussu eg kann gera tað betri og blíva betur fyri lívfrøðiliga fyri at fyribyrgja sjúkum o.ø. sigur hon.
Les meira um granskingina hjá Morgan Levine her.










